Føroyska-íslendska kanningin av 9. floks næmingum vísir, at jú sterkari sambandið er millum tey ungu og foreldur teirra er, jú minni roykja og drekka tey.
Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum í dag, nú læraradagur var leygardagin.
Á hesum degi var áhugaverd og hugvekjandi framløga av spildurnýggjari kanning, sum tríggir granskarar hava gjørt av vanum og øðrum viðurskiftum hjá 9. floks næmingum í Íslandi og Føroyum. Teir tríggir granskararnir eru Firouz Gaini frá Fróðskaparsetri Føroyum og Jón Sigfússon og Inga Dóra Sigfúsdóttir frá íslendska granskingardeplinum ICSRA.
- Kanningin er gjørd í Íslandi á hvørjum ári seinastu 15 árini og fyri fyrstu ferð í Føroyum í vár. Tølini og niðurstøðurnar, sum komu fram í kanningini, vóru bæði áhugaverd og skelkandi.
Á heimasíðuni verður víst á, at kanningin eitt nú fevnir um, hvussu nógv tey 14-15 ára gomlu roykja, drekka, eru úti um kvøldið, taka skúlan í álvara, eru saman við foreldrum sínum, bólkatrýst og mangt annað.
Tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri enn fyri islendsku javnaldrarnar, tá talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu nógv tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava og so framvegis.
Tølini fyri føroyska ungdómin liggja nevniliga á sama stigi sum fyri íslendska ungdómin fyri 15 árum síðan, áðrenn átøk vóru sett í verk, vísti Jón Sigfusson á leygardagin.
Lagt verður aftrat á heimasíðuni, at teir mest týðandi vanda- og trygdarfaktorarnir eru familjan, javnaldrar, virksemi eftir skúlatíð og trivnaður sum heild.
Henda kanning hevur verið gjørd í Íslandi á hvørjum ári síðan 1998. Íslendska kenslumálaráðið rindar 20 prosent av kostnaðinum, og restin verður fíggjað av ymsum stovnum, eitt nú Reyða Krossi.
Jón Sigfússon segði, at tað er sera umráðandi, at kanningin verður endurtikin javnan.
Føroyski granskarin varð spurdur um, hvørt føroyska kanningin verður aftur komandi ár, og svarið hjá honum var:
- Tað er ein góður spurningur. Tað vóna vit, segði Firiouz Gaini.
Í Føroyum tóku næmingar úr 19 skúlum lut, og svarprosentið var 76,1 prosent. Kanningin varð gjørd í mars 2012.