Ólavur Olsen, valevni á lista F til býráðið í Tórshavnar Kommunu
----
Ungdómurin í Kollafirði er, eftir mínari meting, fyri vanbýtið í mun til annan ungdóm í Tórshavnar Kommunu. Ungdómurin skal jú trívast og hava møguleika fyri at menna seg í nærumhvørvinum saman við øðrum javnaldrum. Í spurnakanning, sum Tórshavnar Býráð hevur staðið fyri, svarar ungdómur, hvat hann ynskir sær allarmest í kommununi. Greiði vinnarin er eitt stað, har ung kunnu vera saman um ymiskt. Tað verið seg tónleikur, sjónleikur, venja og framføra tónleik, teldur, dansur, prát, spøl, hugni o.m.a
Hetta hevur Tórshavnar Kommuna gjørt nakað við aðrastaðnis í kommununi. Nevnast kann Margarinfabrikkin í miðbýnum, Klub 188 í Hoyvík og ungdómscafein á Norðasta Horni.
Í Kollafirði er einki stað, ið er ætlað ungdómi. Kollafjørður er somikið avsíðis í mun til restina av kommununi og ungdómurin hevur tí ongan møguleika at troyta teir møguleikar, ið liggja í Havn. Hóast foreldur og ung í Kollafirði hava gjørt kommununa varuga við trupulleikan, so sær út til at vera sera trupult at finna eina loysn.
Tórshavnar Kommuna setti í 2010 pening av til at inrætta part av loftinum í ítróttarhøllini í Kollafirði til endamálið. Síðani er einki ítøkiligt gjørt við at fyrireika ungdómsstað.
Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Býráð verður nú mælt til at játta 1 mió. kr. til rakstur av fleiri ungdómstilboðum á Argjum, Velbastað, Kirkjubø, Kollafirði og í Kaldbak. Í mínum høvdi er 1 mio. ov lítið til at menna tilboð á fimm ymiskum støðum. Tað fer stutt sagt ikki at røkka.
Niðurstøða
Kollafjørður er somikið avsíðis í mun til restina av kommununi. Tí skal ungdómurin hava góðar og rúmligar karmar, soleiðis at tey hava somu møguleikar sum ungdómur aðrastaðni í kommununi. Játtanin til ungdómstilboð í útjaðaranum skal vera munandi hægri.
Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Kollafjørð á breddan.