Ung lesa heldur teldubløð enn skaldsøgur

- Illustreret Videnskab og teldubløð eru betur umtókt millum ung enn skaldskapur sambært útláninum av býarbókarsavninum í Havn

- Tey ungu lesa als ikki, sigur ein av bókavørðunum á býarbókasavninum í Havn í skemti. Men jú, nøkur ung plaga at ganga inn á bókasavnið at læna sær ta nýggjastu bókina, ið akkurát er útkomin.
Sosialurin hevur vitjað á býarbókasavninum í Havn, har vit hava spurt, hvat fyri bøkur ung fólk dámar best at lesa. Av bókasavninum verður sagt, at mest danskar bøkur verða lisnar, og enskar bøkur verða eins nógv lisnar, sum føroyskar. Tey halda, at grundin til tess er, at tað er ov lítið av føroyskum lesitilfari.
- Ikki verður ofta spurt eftir nýggjum bókum, tí tey fáu ungu fólkini, ið tíma at lesa, vita sjálvi, nær bøkurnar koma út, og hvar tær liggja.
- Fyri tað mesta koma ung 15-17 ár inn á bóksavnið at hyggja at tí nýggjasta teldublaðnum, ella blaða tey ígjøgnum tað nýútkomna Illustreret Videnskab, ið er vælumtókt og har tey kanska blíva eitt vet klókari, verður sagt av bókasavninum.
Nú nýggja skúlalógin er komin í gildi, skulu flokkarnir, eftir lógini, gera verkætlan, og til granskingina innan tey ymisku evnini, ið tey velja sær, koma nógv ung at læna sær eina bók innan evnið. Hetta halda bókavørðarnir vera óført, tí so síggja næmingarnir hvar og hvussu bókasavnið er, og hvat fyri bøkur tey hava at velja ímillum. Á bókasavninum hopa tey, at hetta eggjar teimum at koma aftur at læna eina bók, sum teimum dámar.
Bókasavnið hevur eisini fingið sær nakrar tónleikabøkur. Tey hava bøkur við nótum í til ymisk ljóðføri, har ein kann læra seg at spæla eitt vist stykki við einum ella øðrum ljóðføri. Tey hava eisini nótar eftir kendar sangarar, til dømis Britney Spears, ið er eitt tað st-rsta idolið, sum er frammi í løtuni. Hesar bøkur eru blivnar sera væl umtóktar og eru nógv útlæntar.
- Men tó eru bøkurnar um Harry Potter, sum Joanne K. Rowling hevur skrivað, mest útlántar og mest umbidnar í løtuni. Bókasavnið eigur fleiri eintøk av hvørjari bók um Harry Potter, og bøkurnar hava verið meira millum hendurnar á fólki, ið hava lisið tær, enn á hillini inni á bókasavninum.
Annars kann sigast, at bókasavnið hevur eina nýggja og flotta heimasíðu, ið er at finna á www.byarbok.fo, har ber til at finna fram bøkur og bíleggja tær beinleiðis á internetinum. Bókasavnið er opið hvønn gerandisdag frá kl. 10:00 til 18:00 og leygardag frá kl. 10:00 til 13:00, sunnudagar er stongt.