Ung og íløgur í Eik

Ungdómsdeildin hjá Eik Banka greiðir nú ungum frá íløgum, og hvussu ung í smáum kunnu byrja at gera íløgur

- Tann vaksandi áhugin fyri íløgum millum okkara ungu kundar hevur givið íblástur til tiltakið.

Soleiðis sigur Hilmar Sam Lamhauge, dagligur leiðari á Ungdómsdeildini í Eik, um tiltakið ?Ung og Íløgur?, sum verður hóskvøldið 19. apríl kl. 19.30.

Fleiri ung vísa evninum áhuga, men tey halda seg aftur orsakað av manglandi vitan. Ein onnur orsøk er, at tey kanska ikki halda seg eiga nokk av peningi til at fara í gongd.

- Vit hava biðið nakrar av okkara íløguráðgevum koma at greiða frá, hvussu ein ber seg at við at senda pengarnar til arbeiðis uttan at hava roynt tað áður. Eisini fara ráðgevarnir at greiða frá, at tað ikki er neyðugt at eiga milliónir, áðrenn tú byrjar at gera íløgur, sigur Hilmar Sam Lamhauge.

?Ung og Íløgur? er fyri øll millum 18 og 25 ár, og tað verður á Ungdómsdeildini á Tinghúsvegi 49 í Havn í kvøld, 19. apríl kl. 19.30.

Okkurt gott verður til góman, og tónleikur er eisini á skránni.