VIDEO: Grimsby vann fjórða sigurin á rað

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Cheltenham-Grimsby 0-2 (0-1)

David Geza Turi fekk fulla spælitíð, tá Grimsby Town í útidysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vann 2-0 á Cheltenham. Talan er um fjórða sigurin á rað hjá Grimsby.

 

Kieran Green legði Grimsby á odda við ein flottum dundurskoti, tá bert fimm minuttir vóru leiktir. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Andy Cook úr stuttari fjarstøðu til 2-0.

 

Grimsby er nummar 10 í deildini við 40 stigum. Teir hava fimm stig upp til Notts County, ið er á sjeynda plássinum sum gevur rætt til at spæla um uppflyting.

 

Longu týskvøldið klokkan 19.45 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Colchester.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Cheltenham-Grimsby Town 0-2 (0-1):

 

##med2##