VIDEO: Týskland vann triðja sigurin á rað (EM)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Noreg 30-28 (15-17)

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Týskland er einasta liðið, ið hevur fult stigatal í EM-millumbólki 1, ið verður leiktur í Boxen í Herning.

 

Í kvøld vann Týskland 30-28 á Noregi. Norðmenn vóru annars á odda 17-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Týskland omaná.

 

Andreas Wolff í týska málinum stórspældi, og hann bjargaði 44 prosent av norsku málroyndunum.

 

Marko Grgic var við sjey málum toppskjútti hjá Týsklandi. Við fimm málum hvør vóru Sander Sagosen, August Pedersen og Kevin Gulliksen toppskjúttar hjá Noregi.

 

Fyrr í dag vunnu Frakland og Danmark sínar dystir móti Portugal og Spania.

 

Aftaná trý umfør hevur Týskland seks stig. Danmark og Frakland hava fýra stig hvør. Portugal og Noreg hava tvey stig hvør, meðan Spania einki stig hevur. 

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

Frakland – Danmark 29-32

 

Leygardagin 24. januar:

 

Frakland – Portugal 46-38

 

Spania – Danmark 31-36

 

Týskland – Noreg 30-28

 

Mánadagin 26. januar:

 

14.30: Portugal – Noreg

 

17.00: Spania– Frakland

 

19.30: Týskland – Danmark

 

Mikudagin 28. januar:

 

14.30: Spania – Portugal

 

17.00: Týskland – Frakland

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Noreg 30-28 (15-17):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix