Unga Mia takkar Gudi

- Eg skrivi sangir, men tað er ikki fyri at framheva meg. Als ikki! Eg ynski bert at æra Gud við sangi mínum, sigur 23 ára gamla Mia Jacobsen úr Havn. Fyrr í mánaðinum gav Lovsangsbólkurin í Filadelfia út eina fløgu. Á hesi fløguni eigur Mia tveir sangir

Lítillátin stendur ein ung kvinna á gólvinum og ber fram ein per­sónligan vitnisburð. Ein stuttan vitnisburð um gleðina við at liva, og ein vitnisburð um gleðina tað er at tað er Gud sum hevur skapt alt.
- Gud, tú hevur skapt meg og tú frelsti meg. Tí eigi eg ævigt lív, og tí kann eg eisini geva alt mítt lív til tín, ljóðar tað við klárari og sannførdari rødd.
Tað sum ger henda vitnis­burð­in enn sterkari er, at hann var byrjanin til ein sang, ein lovsang, sum henda unga kvinnan sjálv hevði fest á blað fyri nøkrum árum síðani.
Tónleikur varð somuleiðis settur til sangin, og í dag er hann at hoyra á nýggjari fløgu við heitinum Nær hjá tær. Fløgan er útkomin, og nú er so høvið hjá almenninginum at hoyra brot úr fløguni á fyrsta sinni.
Mia Jacobsen er ein av limu­num í hesum bólkinum. Og í kvøld sleppur hon at syngja sín egna sang á fyrsta sinni eftir útgávuna. Sín egna sang, sum hon bæði eigur orð og lag til.
Hon er von at syngja fyri fólki, og tí er hetta ikki nøkur trupul uppgáva. Men kortini er hetta ikki ein uppgáva, sum hon fer lætt um. Her er hóast alt nakað, sum kemur fram innast úr hjartadýpinum.
Hon leggur lív og sál í sangin. Hetta skal vera ein vitnisburður og tøkk til hennara Gud.
Og tað undrar neyvan nakran, at fólk vórðu veruliga gripin av sangi hennara.
Gamalt ynski
Tað er konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ikki bara ein van­lig konsert, men ein útgávu­konsert hjá einum bólki, sum mong ikki hava hoyrt um Lov­songs­bólkurin í Filadelfia.
Í samkomuni Filadelfia í Havn hava tey mangan frøtt seg um alt tað, sum hesin bólkurin hevur borið fram á møtum í samkomuni. Og helst munnu tað vera mong, sum hava havt eitt ynski um at kunna hoyra meiri til bólkin heima við hús.
Onkur hevur kanska eisini borið hetta uppá mál við bólkin, hví tey ikki tóku seg saman og fóru í studio fyri at útgeva eina fløgu, - eina lovsangsfløgu.
Í januar mánaði í ár byrjaðu tey so at tosa nærri um hetta. Og týsdagin 6. desember 2005 var so dagurin, tá henda fyrsta lovsangsfløgan hjá bólkinum kom út, m.a. við einum sangi hjá Miu Jacobsen.
Og vikuna eftir var so útgávu­konsert í Miðlahúsinum.
Fleiri á goymslu
Sjálv er Mia ein lítillátin ung kvinna, sum hevur eitt lætt sinni og hevur lætt við at fáa onnur at brosa.
Henni dámar eisini væl at syngja lovsangir til sín frelsara, og tað fær hon ríkt høvi til í samkomuni, heima við hús og aðrastaðni og nú eisini út í teimum mongu heimunum kring landið, har henda fløgan liggur í fløguspælaranum.
Hetta er ein fløga frá ungum fólkum og til allar aldursbólkar. Tí kann Mia eisini fegnast um, at hon sjálv sleppur at syngja sín egna sang Tú skapti meg.
Ja, eg skrivaði henda sangin, sum nú er á fløguni. Men hetta er kortini ikki tann einasti sangurin eg havi skrivað.
Heima í skápinum hjá mær liggja fleiri aðrir sangir, sigur Mia við einum stórum brosi.
Nær hesir koma fram ella um teir yvirhøvur koma fram tað vil so tíðin vísa. Mia kann so í øllum førum fegnast um, at hennara serstaki sangur er við á hesi fløguni.
Umframt henda sangin hevur hon og beiggi hennara, Dánjal Jacobsen skrivað ein annan sang í felag. Dánjal hevur sjálvur gjørt lagið, og tað er kona hansara, Gunnvør sum syngur henda sangin.
Ein tung tíð
Tað var í januar mánaði í ár at tey í lovsangsbólkinum av álvara byrjaðu at tosa um at geva út hesa fløguna.
Hesa tíðina komu nógvir sangir fram á borðið, og í summar varð so endalig støða tikin til, hvussu fløgan skuldi síggja út.
Talan er tí í rættiliga stóran mun um nýtt tilfar av sangum. Samstundis kann ein staðfesta, at sangurin hjá Miu er ein tann elsti á fløguni, hóast tað ikki er meiri enn hálvttriðja ár síðani hann varð festur á blað.
Hví eg skrivaði henda sangin?! Ja, tað skal eg so væl siga tær, sigur Mia.
Fyri hálvumtriðja ári síðani fór hon gjøgnum eina tunga tíð. Men ein dagin, hon sat á kamari sínum hendi nakað:
Hon sat har, og grundaði og grundaði yvir lívið. Tá kom brádliga ein ótrúlig, men kortini so sonn og verulig hugsan til hennara: - Eg havi jú altíð havt Gud nær hjá mær.
Eg meini, - hann hevur skapt meg, soleiðis sum eg eri. Hann hevur eisini verið nær hjá mær hvønn einasta dag síðani. Og hann er tann veruliga orsøkin til at eg eigi lívið.
Eg kundi nú tilbiðja mín Gud við nýggjari megi fyri hetta. Og tí er hesin sangurin ein persónlig tøkk til Gud fyri tað, sum hann hevur gjørt í mínum lívi, sigur Mia.
Her ráddi bara um at fáa sangin festan á blað, og soleiðis var hesin lovsangurin Tú skapti meg til.
Ikki framheva meg
Tá so hesi ungu fólkini í lov­sangs­bólkinum fór at tosa nærri um fløguna, so var hesin sangurin ein av teimum sum kom við.
Hann hevur longu verið nógv spældur, serliga í Lindini og á Rás 2, so tey sum ikki eiga fløguna hava longu havt møguleika at hoyra brot burtur úr henni.
Tað var eitt sindur øðrvísi at hoyra seg sjálvan syngja í útvarpinum. Eitt er at syngja og taka upp í studio, men eitt annað er at hoyra seg sjálva í útvarpinum.
Eg hoyrdi meg sjálva syngja sangin í Rás 2 seinasta mánadag, og eg má bara siga, at tað var undarligt, - eitt sindur spesielt, sigur Mia.
Hóast hon nú hevur verið nógv at hoyrt í útvarpsrásunum, so er Mia púra greið í endamálinum við sanginum og fløguni.
Eg ynski ikki á nakran hátt at framheva meg sjálva. Nei, nei, ikki á nakran hátt.
Eg ynski bara, at sangurin skal siga Føroya fólki nakað. Hann skal ikki peika á meg ella okkum í lovsangsbólkinum, men skal æra Gud og einki annað, sigur hon.
Væl dámd
Mia sjálv gongur í løtuni á pedagogskúla í Havn. Og har hevur hon eisini tosað um fløguna, tey hava arbeitt við.
Nógv fólk hava sagt henni frá, at tey hava hoyrt hana sungið. Og tað hava floksfelagar hennara eisini.
Fleiri hava hoyrt brot úr fløguni, og eisini mín sang. Eg haldi bara, at teimum dámar hana, tí onkur segði mær, at eg sang væl.
Tað er altíð stuttligt at hoyra slíkt, og eg vóni tí, at tey eisini kunnu syngja við í okkara lov­sangi, sigur Mia.
Fløgan Nær hjá tær er ser­merkt á mangar mátar, við tað at tað í flestu førum eru limirnir sjálvir sum hava skrivað sangirnar og frambera flestar teirra.
Tað ger Mia eisini við sínum sangi, men sum nevnt so eigur hon fleiri liggjandi í skápinum. Og hvør veit. Kanska verður onkur av hesum við á eini kom­andi fløgu.
Eingin ivi er um, at Mia og hinir ídnu lovsangsfuglarnir eiga nógv gott enn at geva teimum tónleikahugaðu.