Økingin stendst serliga av ungu sildini frá 2021 og 2022, sum nú sæst í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum – 33% í tali var úr 2022-árganginum. Eldra sildin (serliga úr 2016 árganginum) er enn vanlig her vesturi um okkara leiðir. Lítið av sild stóð í føroyska sjóøkinum – men tó heldur meira enn undanfarnu trý árini.
Sildavísitalið hevur verið rættiliga støðugt lágt í eini tíggju ár.
Eisini vísitalið fyri svartkjaft vaks samanborið við í fjør – 17% í vekt og 53% í tali. Hetta ber boð um, at ungur svartkjaftur er við at seta til stovnin. Meginparturin av svartkaftinum var eitt og tvey ára gamal og sostatt síggja árgangirnir frá 2024 og 2025 hampiliga góðir út.
Úrslitini verða brúkt í sildastovnsmetingini, sum verður gjørd seint í august. Hesar kanningar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi, Bretlandi og Danmark.
##med2##
##med3##
Ein fyribils útgáva av frágreiðingini, sum verður endalig í oktober 2026, sæst her.
Les eisini túrfrágreiðingina hjá Jákup Sverra her.













