Ungdómspolitisk ráðstevna

Um vikuskiftið skipa politisk ungmannafeløg fyri ráðstevnu á Háskúlanum. Endamálið er at skapa áhuga fyri feløgunum og politikki millum ung

Ráðstevna

Háskúlin verður um vikuskiftið karmur um eina ungdómspolitiska ráðstevnu. Tað eru fimm politisk ungmannafeløg, ið skipa fyri ráðstevnuni. Ráðstevna hevur heitið Nýtt Hugfar.
?Endamálið við stevnuni er at vekja áhuga fyri politiskum arbeiði millum ung, og vit vilja eisini eggja ungum til at koma uppí politiskt arbeiði, sigur Jóannes Vitalis Hansen, ið er formaður fyri Unga Tjóðveldi og hevur verið við til at fyrireika stevnuna.
Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað ungum, ið ikki eru limir, soleiðis at tey kunnu gera sær eina mynd av, hvussu feløgini eru og hvat tey hava at siga. Tað skal tó ikk skiljast soleiðis, at tey, ið eru limir, skulu halda seg vekk, tí hesi skulu greiða øðrum.
Tiltakið verður leygardagin á Háskúlanum og byrjar kl. 10.00, og fyrireikararnir heita á øll, um at vera har frá byrjan.
Fyrst á skránni leygarmorgunin er, at tey ymsu feløgini greiða frá sínum felag. ì døgurðasteðginum fara tey luttakandi oman á Sjómansheimið í Havn, sum saman við Restorffs stuðlar tiltakinum.
Seinnapartin heldur Birgir Kruse ein fyrilestur við evninum áhugafeløg og smátjóðir. Høvið verður at seta Birgir spurningar.
Kl. 15 verður kjak á skránni, ið Høgni Mohr og John Brian Hvidtfeldt skulu halda skil á. Innlegginum koma frá framløgunum um morgunin, og høvið verður at kjakast rættiliga breitt, verður breitt.
Kl. 21 verður tónleikacafé, har Terji Ramussen, Unn Patursson og Búi Dam fara at spæla.
Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk. Tiltakið varð eisini roynt í fjør, og tá var undirtøkan sera góð.