Í viku 22 er ítróttarøkið á Eiðinum í Vági karmur um spennandi vitjan fyri leikararnar hjá U15 og U17 í Suðuroynni.
Tað er skotin Alan Irvine, sum er fyrrverandi yrkisleikari og síðani bæði ungdómsvenjari, hjálparvenjari og eisini høvðusvenjari í Premier Leauge, sum kemur at venja og vegleiða.
Hugsanin við vitjanini er at geva ungdóminum innlit í tey krøv og venjingar, sum eru sett til ungdóm í feløgum, ið hava yrkisleikarar, samstundis sum Alan kemur at greiða frá fyri venjarum í feløgunum í Suðuroynni um sítt lív sum fótbóltsleikari og venjari, umframt spæliskipanina við 3 verjuleikarum.
Tað eru ungdómsvenjararnir og ungdómsdeildirnar í TB, FC Suðuroy og Royn, sum saman við Finn Johannessen, hava fingið vitjanina í lag.
##med2##