Føroya Klarinettorkestur er vorðin ein fastur táttur í føroyskum tónleiki. Orkestrið hevur nú einar 20 limir úr øllum landinum og talan er bæði um børn, ung og vaksin, sum spæla klarinet. Felagið varð stovnað í 2001 og eftir eina spakføra byrjan, hevur tað spælt á nógvum ymiskum tiltøkum bæði í Føroyum og í øðrum londum.
Seinasta stóra tiltaki var í juli í ár. Tá var orkestrið á 10-daga langari ferð í Álandi, har tað millum annað spældi saman við rútmubólkinum, sum tey vanliga spæla saman við á Alandia Jazz Festival. Luttakararnir høvdu á festivalinum høvi til at hoyra tónleikarar á høgum altjóða støði og tey siga, at tað var eisini ógloymanandi at síggja tað vakra oyggjalandið í fínasta summarveðrið.
Um onkur burturgoymdur klarinetspælari er í Føroyalandi, sum kundi hugsa sær at spælt við í orkestrinum, erbara at halda seg framat
Á skránni tann 8. des. er klassiskur kirkjutónleikur af Bach og Bruckner, skotskur og walisiskur fólkatónleikur, operatónleikur av Gluck og sjálvandi vælkend og hugnalig jólaløg.