Ungt Virki er eitt tilboð til næmingar á støðisárinum á Føroya Handilsskúla.
Næmingarnir arbeiða við at menna eitt virkishugskot og stovna egi virki. Hetta verður gjørt fyri at vekja teirra áhuga at skapa nakað sjálvstøðugt.
Hósdagin og fríggjadagin verður árskapping í SMS fyri miðnámsskúlanæmingar og tá verður
besta virkið í Føroyum hetta skúlaárið, valt.
Longu klokkan átta hósmorgunin fara næmingarnir at prýða básarnar og klokkan 10 fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at seta kappingina, sum hesuferð stendur ímillum 14 ung virki.
Klokkan 17 fríggjadagin verður so vinnarin kosin.
Hetta virkið hevur síðani møgueika fyri at vera við í DM í Dansk Industri, Keypmannahavn í apríl mánað og í eini evropiskari kapping, sum Young Enterprise Europe skipar fyri á hvørjum ári í juli/august.
Í februar vóru næmingar frá FHS á Føroya Handilsskúla í Finlandi, har teir m.a. vitjaðu Karleby Handelsinstitut og vóru við á einari altjóða sølustevnu.
Føroyska virkið, House of Wool, hjá Kristinu Djurhuus, Kiran Jóanesarson, Elsu Sørensen, Daniel Øvre,
Eirikur á Kletti og Kristinu Justinussen fekk ein vinning fyri at nýta besta søluhátt.
Á myndini síggjast Eirikur og Kiran, ið fáa vinningin handaðan.
Næmingar frá Karleby Handelsinstitut vera eisini við í framsýningini á torginum í SMS hósdagin go fríggjadagin.
Ungt Virki í Føroyum er partur av Young Enterprise í Danmark, sum er limur í Young Enterprise Europe (YEE), sum er felagsfyrisitingin fyri líknandi verkætlanir í øðrum europeiskum londum. Í 2011 luttóku 3,1 millión næmingar frá 36 londum í tiltøkum, sum YEE skipaði fyri. Líknandi felagsskapir, Junior Achievement, eru í USA og Asiu.