Sámal Petersen er millum fremstu violinleikarar okkara og í fleiri ár hava vit hoyrt og sæð hann, tá klassiskar konsertir hava verið. Seinast sum nógv róstan solist á árligu og væl umtóktu nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Sámal er útbúgvin fióltónleikari og hann hevur eisini tikið solistútbúgving.
Men í dag klokkan 16:00 stendur Sámal á odda fyri aðrari og líka áhugaverdari nýggjárskonsert, tí tá fara næmingar hansara at vísa síni kynstur.
Sámal hevur í fleiri ár fingist við at undirvísa eftir Suzuki undirvísingarháttinum. Hann hevur leingi verið hugtikin av hesum og nú fæst hann við at taka sær útbúgving í hesum. Lærari er Tove Detreköy og hon kemur hendaveg at halda skeið.
Suzuki
Nógv hugsa óivað um bilar, prutl, motorar ella kanska ljóðútgerð, tá navnið Suzuki verður nevnt, men tað er eisini annað og meira. Nevniliga ein námsfrøðilig undirvísingarhugsan.
S. Suzuki var japanari og andaðist í fjør, 99 ára gamal. Sum ungur læs hann í Týsklandi, men heimaftur komin vandi hann saman við brøðrum sínum. Tá gekk ein dagin upp fyri honum, at øll hava møguleika at læra at leika violin, líka sum tey læra seg sítt móðurmál. Hetta er hugsanin aftanfyri; øll læra móðurmálið, øll eiga eisini at kunna læra seg at leika fiól eftir somu treytum.
Suzuki fór síðani at gera sær sínar hugsanir um, hvussu hetta kundi gerast. Og eftir hesum hugsanum arbeiðir Sámal í fiólundirvísingini
Foreldrini við
Eitt tað fyrsta, ein leggur til merkis á loftinum í hølum Musikkskúlans yviri á Frúutrøð í Havn er, at ein rúgva av foreldrum eru við børnunum. Og børnini verða ikki bert latin eftir hjá Sámali, sum vanligt er, ella hevur verið, tá talan er um at senda børnini til ymiskt frítíðarvirksemi. Nei, her eru foreldrini við. Børnini hugna sær og tykjast spent og hvørki pápar ella mammur tykjast ótolin ella troytt, hóast hetta er beint eftir vanliga arbeiðstíð.
Foreldrini luttaka og skulu læra violinspæl og venja við børnunum heima við hús. Ein tekur ikki munnin av fullan við at siga, at her er talan um aðra námsfrøðiliga hugsan og annan venjingarsið, enn vit í Føroyum hava verið von við.
? Eg undirvísi við suzuki-háttinum. Tað vil siga tað, ið kallast móðurmálshátturin. Ein lærir uttan nótar fyrst, lurtar og spælir og foreldrini eru eisini við í leikinum. Tey læra fyrstu sangirnar og venja heima við barninum. Tey eru við hvønn tíma og skulu duga og eisini skriva sær niður tað, ið lærarin sigur, so tey vita, hvat tað snýr seg um. Tá børnin eru komin nakað ávegis, so byrja tey at læra nótar, men framvegis verður lurtað og spælt, sigur Sámal, sum leggur dent á, at ikki fyrr enn nú undirvísir hann í suzuki við útbúgving og munurin er stórur, hóast hann í eini 3 ár frammanundan hevur nýtt suzuki - uttan útbúgving.
Sámal sigur, at best er at byrja á heilt ungun aldri. Yngsti næmingur í løtuni er 4 ár. Foreldrini skulu við barninum. Eru tey ikki við, so er eingin undirvísing.
? Ein einatími og ein samanspælstími um vikuna eru grundleggjandi. Trupult er at verða annað fyri uttan. At hava konsert er vanligt aðrastaðni og vit hava konsertir okkurt um einaferð um mánaðin. Um góðan mánað kemur Tove Detreköy aftur hendavegin og tá verður ein stór konsert við næmingum úr øllum Føroyum, ið hava fingist við Suzuki háttin. Talan er um eini 70 - 80 fólk, sigur Sámal Petersen.
Sjálvur vil Sámal ikki siga, at hann beinleiðis hevur nýtt suzuki háttin alla tíðina, síðani hann byrjaði. Ikki fyrr enn nú, ið hann hevur útbúgvið seg á økinum, hevur hann veruliga fingið innlit, hóast hann alla tíðina hevur kent háttin og nýtt nakað av honum.
Mennanst
sum menniskju
? Eg helt, at eg mátti finna onkran nýtiligan undirvísingarhátt. Eg dugdi at síggja, at tað sum hevur verið av violin undirvísing í Føroyum, er tað, ein kann kalla »gamaldags« undirvísing. Ein krevur nógv av næmingunum á ein ávísan hátt, ístaðin fyri at spæla tað inn við at lurta eftir bandi og við samanspæli. Eg hevði hoyrt um Suzuki og eg havi eisini verið tað, ið ein kallar »kanin« á Konservatoriinum hjá einum Suzuki lærara, sum er útbúgvin hjá Tove Detreköy, sigur Sámal Petersen, sum byrjaði við hesum, tí hann helt okkurt mátti henda og hann ivast ikki í, at framgongd nú verður í tónleikalívinum, eftir at hann og onnur hava tikið útbúgvingina í Suzuki háttinum.
? Tove Detrekóy og maðurin hava ælt fleiri professionellar tónleikarar í Danmark, sigur Sámal, men hann leggur dent á, at meiningin og endamálið fyrst og fremst er, at næmngarnir skulu mennast sum menniskju og fáa innlit í tónleikaheimin.
Suzuki hátturin verður partvís nýttur runt um í Føroyum. Sámal og onnur undirvísa runt um í oyggjunum, men hann sannar, at miðdepilin er í Havn, hóast ynskiligt er, at fleiri taka undir við hesum kring landið.
Konsertin
Á skránni á nýggjárskonsertini í dag eru ymisk klassisk verk eftir t.d. Bach og Vivaldi, ið Sámal Petersen leikar á violin og Jóhannes Andreasen leikar klaver.
Á skránni hjá teimum yngru eru ymisk fólkaløg og okkurt klassiskt stykki eftir eittnú Bach, Mozart, Paganini og Händel, umframt verk eftir S. Suzuki.
Tórshavnar Musikkskúli og Listaskálin skipa fyri konsertini, sum verður í dag, 30/1-99, klokkan 16:00