Tað var ein spentur rektari, sum tók ímóti einari fúsari fjøld av ungum íverksetarum á Glasi til Ungt Virki 2022.
Ungu, vónríku næmingarnir lurtaðu hugagóðir eftir orðunum hjá rektara, meðan teir sjey dómarnir gjørdu seg til reiðar til ein langan og innihaldsríkan dag, har teir skuldu gjøgnumganga 26 verkætlanir hjá umleið 130 næmingum, bæði sum framsýningar settar upp á básum, framløgum fyri øllum í stóra atrium á Glasi og so samrøðum við dómarnar.
Eftir at rektarin hevði givið nøkrum góð og uppbyggjandi orð á vegnum, so tuskaðu allir næmingarnir upp til sín bás fyri at fáa tað síðsta upp á pláss, áðrenn dómarnir komu fram við at fregnast um hugstkotið og hoyra søluprátið, sum næmingarnar vónandi dugdu uttanat nú.
- Har var tó ríkiligt høvi at venja hetta altavgerandi søluprátið, tí tey vóru ikki meira enn komin upp á pláss, so var ein rúgva av forvitnum næmingum rundan um allar básarnar fyri at síggja, hvat spennandi, ungu íverksetararnir høvdu funnið uppá.
Og har var alt frá luktilsi og línusensori til søluportalar og mangt, mangt annað.
- Ein avgerandi partur av kappingini er framløgan, sum bert skal vera fýra minuttir til longdar. Tískil skal hon verða so stutt, greið og eggjandi sum møguligt.
Spurdur um, hvat dómararnir leggja størstan dentin á, svarar dómsnevndarformaðurin, Regin Dalsgard, at tað grovt sagt eru fýra eyðkenni, sum dómarnir halda eyga við: Er hugskotið greitt? Hvussu umboðar vøran Føroyar uttanlands? Hevði mann sjálvur sett pening í verkætlanina? Og síðst, men ikki minst: Hvussu sær heildarloysnin út – frá leiðslubygnaði til marknaðarætlan.
##med2##
Kappingin var sera hørð, og tað var stór semja millum áhoyrarnar um, at verkæltaninar í ár – sum heild – vóru sera fjølbroyttar, snildar og umhugsaðar. Tað tók eisini dómsnevndini drúgva tíð at koma til semju um vinnandi verkætlanirnar. Til sjeyndu og seinast stóð bert ein fyritøka eftir sum vinnari – og í ár gjørdist tað so verkætlanin ‘Broddi’.
Tey, ið manna vinnandi bólkin, eru Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro. Tey ganga øll á Glasi.
‘Broddi’ kemur sostatt at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn síðst í apríl, har tey 42 bestu liðini í ríkinum fara at dystast um besta hugskotið. Á Glasi ynskja tey ’Broddi’ góða eydnu á flatlondunum.
Á øðrum plássi var ‘Safedrive’ (Glasir), ‘Plagga’ (Glasir) gjørdist nummar 3, og ‘eFishient’ (Miðnám á Kambsdali) fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.
Fyriskipararnir í ár, Jóhan Petur Holm og Steinbjørn í Dali, vóru eisini heilt væl nøgdir við tiltakið. Umframt tað stóra fyrireikingararbeiðið, sum næmingarnir hava gjørt, so fegnast teir serliga um tær mongu og góðu framløgurnar hjá næmingunum. Tað er ikki bara sum at siga tað at ‘negla’ eina framløgu, tá tú á fyrsta sinni stendur framman fyri einum fullsettum atriumi og skal vísa títt verk fram.
Í tíðindaskrivi í kvøld verður sagt, at í dómsnevndini hesaferð vóru Regin Dalsgaard, Thetis, Súsanna Laursen, Hugskotið, Hendrik Egholm, sjálvstøðugur vinnurekandi, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Rói Poulsen, Nema, Turið Madsen, Betri og Anna Maria Toftegaard, Betri.