Ungu lánararnir á Klaksvíkar Bókasavni ríða framvegis við á Harry Potter og fantasibylgjuni. Hví júst hetta slagið av bókum er vorðið so væl umtókt millum tey ungu, er ilt at siga, heldur Oyvør Dam Lassen, bókavørður, men uttan iva hongur tað saman við nógvu reklamuni, hesar bøkurnar fáa allastaðni.
? Eg haldi ikki, at hesar fantasibøkurnar eru so skaðiligar fyri børnini og tey ungu, sum onkur vil vera við. Uppá ein máta eru tær nokk bara eitt nýtt slag av ævintýrum, sum børn og ung jú altíð hava lisið, sigur Oyvør, sum heldur tað vera hugaligt, at tey ungu spyrja serliga nógv eftir teimum føroysku týðingunum, tí tað gevur teimum uttan iva hug at lesa aðrar føroyskar bøkur eisini. Til dømis eru bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, Teir horvnu kirkjubø-stólarnir og Brennivargurin millum tær best umtóktu í løtuni. Av teimum føroysku týðingunum er trýverkið, Myrkursins frum-evni, hjá Philp Pullman eisini serliga nógv eftirspurt millum ungu lánararnar og so sjálvandi eisini bøkurnar um Harry Potter.
? Tað ávirkar eisini rættiliga nógv lánihugin hjá teimum ungu, tá ein bók verður lisin í útvarp-inum. Beint nú spyrja tey nógv eftir Skattaoyggin, og bøkurnar um Tsatsiki eru framvegis millum tær mest útlæntu bøkur-nar til ung, sigur Oyvør. Hon leggur afturat, at tey flestu dáma eisini væl at sita og blaða í ungdómsbløðunum, eitt nú "Vi unge", "Wendy" og heilsublaðnum "Ung" ella at lána onkrar av teimum mongu teknirøðinum heim við. Teknirøðirnar hava nevniliga altíð verið serliga væl umtóktar, og onki bendir á, at tær fara av móta í bræði.
ave