EB/Streymur hevur boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við 20 ára gamla áleyparan, Gutta Dahl-Olsen. Hann hevur í ár verið fyrstaval í álopinum og tekin eru um, at EB/Streymur er í holt brýna ein nýggja áleypara til, eftir at Arnbjørn Hansen er givin.
- 20 ára gamli lokali Gutti Dahl-Olsen hevur av álvara bitið seg fastan í álopið hjá okkum í ár. Hann fekk eisini heiðurin fyri ársins mál. Í ár er tað blivið til 26 dystir og sjey mál fyri besta manslið okkara. Hóast sín unga aldur, so hevur Gutti longu spælt 74 dystir fyri besta mansliðið. Vit í felagnum fegnast um, at lokali áleyparin hevur valt at leingja við okkum og síggja fram til fleiri góð mál komandi ár, skrivar EB/Streymur.
Fyrr í vikuni boðaði felagið frá, at Mikkjal Samuelsen Hellisá eisini hevur longt sáttmálan. Tað er framvegis ikki greitt, um Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari.
Betri deildin menn 2022 - Stigatalvan:
1 | KÍ | 27 | 25 | 2 | 0 | 78 | 7 | 71 | 77 | |
2 | Víkingur | 27 | 18 | 4 | 5 | 69 | 24 | 45 | 58 | |
3 | HB | 27 | 17 | 4 | 6 | 56 | 27 | 29 | 55 | |
4 | B36 | 27 | 11 | 5 | 11 | 48 | 29 | 19 | 38 | |
5 | EB/S | 27 | 10 | 5 | 12 | 31 | 54 | -23 | 35 | |
6 | B68 | 27 | 9 | 3 | 15 | 37 | 50 | -13 | 30 | |
7 | 07 Vestur | 27 | 7 | 8 | 12 | 34 | 61 | -27 | 29 | |
8 | AB | 27 | 8 | 5 | 14 | 33 | 63 | -30 | 29 | |
9 | NSÍ | 27 | 6 | 3 | 18 | 31 | 59 | -28 | 21 | |
10 | SKÁLA | 27 | 1 | 7 | 19 | 25 | 68 | -43 | 10 |