Árið er farið at halla og komandi dagarnar fer in.fo at spyrja nakrar føroyskar tónleikarar, um hvat teir meta, hevur sett dám á tónleikaárið, sum fór.
Fyrstur í røðini er Rani Nolsøe, sum vit øll kenna einamest úr Frændum.
Rani Nolsøe sigur, at tann fløgan, sum hann hevur lurtað nógv mest eftir í 2016 er ‘Black Star’ hjá David Bowie, sum kom út einans tveir dagar áðrenn hann doyði tann 10. januar.
- Eg legði beinanvegin til merkis, at Bowie helt sítt høga listarliga støðið til tað allarsíðsta, og soleiðis er Black Star ein fragd at lurta eftir allan vegin ígjøgnum. Kompositiónirnar eru sera góðar og útsetingarnar greinsa til tað geniala, sigur Rani Nolsøe.
Hann sigur, at tað serliga var tittullagið, sum hann fall fyri, og sum hann hevur lurtað eftir umaftur og umaftur.
- Øll kompositiónin sum hon er tykist handla um tey seinastu fetini, sum Bowie tók, og um tað sum til seinast hevði størsta týdning av øllum: ‘and in the center af it all, your eyes,‘ sigur hann.
Rani Nolsøe sigur, at innan føroyskan tónleik eru nógvar góðar útgávur komnar í 2016.
- Tak til dømis Eagle in the Sky hjá Lenu og Niclas, Hint of Melancoly hjá Danny and the Veetos, Reytt pass hjá 200, At the heart of a Selkie hjá Eivør og DR Big Band og Vision hjá Hans Andrias Jacobsen umframt øll hini, sum eg ikki fái pláss til at nevna her, sigur hann.
- Eg mátti tó spíla oyruni upp, tá eg fyrstu ferð hoyrdi ‘My man’ hjá Una Debes. Hansara útgáva Green er annars ein av eini langari og góðari røð av føroyskum útgávum í 2016, sum veruliga boða frá góðum á tí føroyska tónlista frontinum. Eg má tó viðganga, at tær næstan Hendrix aktigu tulkingarnar og ikki minni mega riffið í ‘My man’ hjá Una er tað, sum fyrst og fremst festi seg í mítt tónleikaminnið í 2016, sigur Rani Nolsøe.