Uni á odda fyri grannskoðarar løgtingsins

Løgtingið hevur í dag skipað nevndir og aðrar álitissessir í samband við byrjanina av einari nýggjari valsetu.

Millum teir álitissessir, ið eru mannaðir í dag, eru teir fýra løgtingsgrannskoðararnir, ið skulu hava eftirlit við roknskapi landsins. Teir verða valdir fyri alt valskeiðið.

Í tíðindaskrivi í kvøld boðar Landsgrannskoðanin frá, at tey fýra, ið eru vald í sessirnar, eru Uni Rasmussen fyri Fólkaflokkin, Rósa Samuelsen fyri Sambandsflokkin, Djóni Nolsøe Joensen fyri Javnaðarflokkin og Beinte Løwe fyri Tjóðveldi.

Nývaldi tingmaðurin fyri Fólkaflokkin Uni Rasmussen er valdur til nýggjan formann fyri løgtingsgrannskoðararnar.