Upp í 15 stig í dag

Veðrið í dag, leygardagin, sambært veðurstovuni DMI.

 

Tað verður eitt lot av landsynningi, 3-8 m/s, í støðum upp í 10 m/s.

 

Tað verður samdrigið fyri tað mesta, men sólin fer eisini at síggja.

 

Hitin fer at liggja millum 12 og 15 stig. Um kvøldið lækkar hann niður í 10 stig.