Uppsagnir
Tað er greitt, at JFK í seinastuni hevur sagt nøkrum fólkum úr starvi, men torført er at finna út av hvussu nógv fólk, talan er um, og hvørji hesi eru.
Sosialurin hevur vent sær til Hanus Hansen, stjóra í JFK, men hann vil einki siga um málið.
Vit royndu eisini at fáa eina viðmerking frá Leif Abrahamsen, nevndarformanni í Norðoyagrunninum, men hann hevði forfall.
Váttar uppsøgn
Sosialurin veit, hvørji nøkur av fólkunum eru, sum ikki longur eru í starvi hjá JFK og vit hava í morgun tosað við eitt av teimum.
Men heldur ikki her fekst nakað ítøkiligt at vita um málið.
Vit hava tó fingið so mikið at vita, at JFK hevur skrivað uppsagnarbrøv, og nøkur fólk eru farin úr starvi.
Tungir dreingir
Sum skilst, eru tað ikki tey, ið arbeiða á gólvinum, sum í hesum førinum hava fingið at vita, at einki arbeiði er til tey meira hjá stóra felagnum í Klaksvík.
Uppsagnirnar raka eisini fólk, sum hava sitið á skrivstovuni hjá JFK í nógv ár.
Sosialurin hevur skilt, at onnur fólk eru sett í nøkur av hesum størvum.