Tað er endamálið við einum uppskoti til kunngerð, sum nú er sent í almenna hoyring.
Sambært uppskotinum skulu fjarskiftisfyritøkur í Føroyum skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar, so løgreglan kann brúka tær, tá talgild lógarbrot verða kannað og rættarsøkt.
Í hoyringarbrævinum verður sagt, at endamálið er at geva løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk.
Heimildin er í rættargangslógini, har ásett er, at veitarar av fjarskiftisneti og fjarskiftistænastum kunnu verða álagdir at skráseta og goyma fjarskiftisupplýsingar í eitt ár.
Danski løgmálaráðharrin kann, eftir samráðingar við landsstýrið, áseta nærri reglur um hetta.
Verður kunngerðin sett í gildi, skulu føroysku fjarskiftisfyritøkurnar goyma upplýsingar um internetatgongd hjá brúkarum í eitt ár.
Uppskotið snýr seg um skráseting og goymslu av upplýsingum um internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum.
Uppskotið er nú sent í almenna hoyring.
Møgulig hoyringssvar skulu sendast til danska løgmálaráðið við avriti til Løgmálaráðið í Føroyum.










