Uppskot til nýggjan skúla á Giljanesi

Mánakvøldið varð nýtt uppskot um skúlabygging lagt fram á samkomu í auluni í skúlanum á Giljanesi. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági sigur, at næsta stig verður, at Sandavágs og Miðvágs kommunur hava borgarafund um ætlanina.

- Í samband við útbygging av skúlanum, veður støði tikið í fólkaskúlalógini, har lagt verður upp til tvørflokks og -fagligt samstarv. Eisini er hædd tikið fyri forskúla og at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum/pedagogum eru nøktandi fyri ein vælvirkandi skúla.

Arbeiðið við skúlanum varð sett í verk í 2003, í samstarvi við danska pedagogiska ráðgevan, Henrik Vilsbøl, eftir at hesin var í Føroyum í samband við eina ráðstevnu á Læraraskúlanum, sum Mentamálaráðið skipaði fyri. Tá varð hann biðin at gera eitt uppskot til umbygging av verandi skúla. Eftir drúgvar samráðingar og fyrireikingar, varð so skitsuprojektið lagt fram mánakvøldið, og fevnir tað um eina nýbygging og eina um- og útbygging.

Rósa Samulesen sigur, at øll vóru á einum máli um, at hetta vóru tvey sera áhugaverd uppskot við nógvum og góðum møguleikum í allar mátar.

Myndir av uppskotinum liggja á heimasíðuni hjá Sandavágs Kommunu, undir teiginum myndir.