Á skránni er millum annað eitt uppskot um at broyta navnið á felagnum til Felag fyri Kirkjuráð. Við hesi broytingini fer tað at verða lættari at fáa fatur á øllum kirkjuráðslimunum kring landið, ikki minst tá felagsblaðið Kirkjutíðindi skal sendast út.
Skráin fyri aðalfundin fevnir eisini um eina viðmerking til kirkjuligu støðuna, sum Ove Conrad Hansen stendur fyri.
Formaður í felagnum er Tummas Lauritsen.