Upptakt: KÍ-EB/Streymur (Beinleiðis á FM1)

Betri deildin menn 24. umfar: Heimaliðið skal vinna, men tað er ikki vist, at tað verður líka lætt sum seinast

Í kvøld klokkan 18.30 verður dystur í Klaksvík, har KÍ tekur móti EB/Streymi. Seinasta liðini møttust vann KÍ 7-0, og tá var venjarin hjá KÍ ónøgur, tí hann helt KÍ átti minst tvey brotsspørk. Heimaliðið rennur eftir HB og sum gongdin hevur verið í ár, so er ikki pláss fyri nøkur óvæntaðum úrsliti við Djúpumýru.

KÍ hevur víst styrki í Evropa í summar, men hevur eisini spælarar, ið hava spælt nógv á landsliðstúrinum hesaferð. Eitt nú Jóannes Bjartalíð, sum byrjaði allar tríggjar dystirnar.

Heimaliðið er favorittur og skal vinna, fyri at leggja trýst á HB, sum sunnudgin spælir ein av sínum meiri torføru dystum, ið eru eftir hetta kappingarárið. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, hevur bara havt hópin til nakrar heilt fáar fullar venjingar, síðani landsliðið spældi móti Andorra.

Hetta kann blíva eydnan hjá EB/Streymi, sum spælir eitt sindur ójavnt fyri tíðina. Okkurt er avbera gott, men seinasti dysturin endaði við stórtapi fyri B36, har sundalagsmenn vóru aftanfyri við fýra longu aftaná 18 minuttir. Hinvegin hava spælarar sum Rói Zachariasen og Hjalti K. Djurhuus fingið góðar upplivingar við U21-landsliðnum. KÍ er stórfavorittur og vinnur greitt, sjálvt um EB/Streymur hevur givið tekin um framgongd síðani í summar.

##med2## 

KÍ-EB/Streymur (Beinleiðis á FM1)

Leygardagin klokkan 18.30

Dómari: Rúni Olsen

Liðtíðindini:

KÍ:

Ikki við: Abubakar Ibrahim Aliyu (sáttmálin uppsagdur)

EB/Streymur:

Ikki við: Tóki H. Johannesen (leikbann) 

Betri deildin menn 24. umfar:

Leygardagin 17. oktobur

B36-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-EB/Streymur (18.30) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 18. oktobur

HB-Víkingur (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (15.00)

Skála-AB (18.00) Beinleiðis á FM1

1.HB224958
2.NSÍ222850
3.204048
4.B36213546
5.Víkingur221744
6.ÍF22-1823
7.EB/Streymur23-3520
8.TB23-1615
9.AB22-507
10.Skála23-503