Upptakt: Soleiðis koma vit víðari

Vit kunnu enn koma víðari, men gongur illa ávirkar tað eisini til EM 2020

Í dag klokkan 17 fer føroyska A-landsliðið inn á Olympic leikvøllin í Baku. Ein leikvøllur, sum rúmar næstan 70 túsund fólkum, men UEFA-umboðið sigur, at mett verða at einir 20 túsund áskoðarar til dystin í kvøld.

 

Tað stendur nógv upp á spæl hjá bæði vertunum og okkum. Aserbadjan kann við sigri tryggja sær ein bólkafinalu í Pristian í Kosovo, meðan Føroyar við sigri enn kunnu koma víðari, um Kosovo ikki vinnur á Malta í dag. Gongur illa hjá okkara monnum í seinastu tveimum dystunum í Nations League, so kann tað fáa ávirkan á EM 2020 lutakastið.

 

Nations League:

Vit byrja í D-deildini í Nations League, har vit eru í bólki 3. Kosvo er á odda við átta stigum, Aserbadjan hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig, meðan Malta hevur tvey stig. Í dag spæla vit móti Aserbadjan í Baku, meðan Kosovo spælir móti Malta á Malta.

 

Kosovo er favorittur at vinna á Malta, men við tveimum javnleikum móti Aserbadjan, so er ein møguleiki fyri, at Malta eisini klárar javnleik móti Kosovo. Hendir tað, og Føroyar vinna á Aserbadjan í kvøld, so hava vit framvegis møguleikan at koma víðari, tá sætta og seinasta umfar er í bólkinum. Tað krevur so aftur ein sigur til okkum á Malta, meðan Aserbadjan vinnur á Kosovo í Pristina.

 

Tað er eisini trýst á Aserbadjan í kvøld. Vinnur Kosovo á Malta, skal Aserbadjan vinna á Føroyum, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari. Hetta hevur verið nevnt sum ein fyrimunur hjá okkara spælarum í dag, tí Aserbadjan kann ikki brúka ein javnleik til nakað.

 

Hugsa vit bara um okkum, so er setningurin greiður. Vit skulu vinna, fyri at hava nakran møguleika at koma víðari.

 

EM 2020:

Tað stendur eisini nógv upp á spæl hjá føroyska landsliðnum, nú lutakast til EM 2020 verður fyrst í komandi mánaði. Tað eru seks styrkisbólkar til lutakastið, har Føroyar eru á markinum til at detta niður í sætta og niðasta styrkisbólkin. Tað merkir, at vit einki land fáa í okkara bólk, sum er styrkismett lægri enn vit. Eitt nú Andorra og San Marino.

 

Úrslitini í seinastu tveimum umførunum í Nations League eru avgerandi fyri, um tað eydnast ella ikki. Vit eru í kapping við lond sum Lettland, Malta, meðan Gibraltar er eitt frammanfyri okkum. Tí kann ein javnleikur í dag fáa stóran týdning.

 

Tað er tó eitt men. Tí helmingurin av bólkunum til endaspælið í EM 2020 hava bara fimm lið. Tað vil siga, at um vit enda í næstniðasta styrkisbólkinum, so er ein møguleiki fyri, at tað bara verða fimm lond í bólkinum. Tað sleppa vit undan, um vit detta niður í lægsta styrkisbólkin, men so eru vit eisini lægst styrkismett.

 

Nations League:

Deild D – Bólkur 3

 

5. umfar:

Leygardagin 17. november

Aserbadjan - Føroyar

Malta – Kosovo

 

6. umfar:

Týsdagin 20. november

Malta – Føroyar

Kosovo – Aserbadjan

 

Støðan:

1. Kosovo 8 (stig)

2. Aserbadjan 6

3. Føroyar 4

4. Malta 2