Fiskivinna
Mánamorgunin landaðu nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, í
Saltangará. Samlaða veiðan vá út við 300.000 pund, og meginparturin var upsi.
Ragnar Olsen sigur, at umleið helmingurin av veiðini verður seld føroyskum
virkjum, meðan hin helmingurin fer at landinum.
Frægari upsaprísur
Spurdur um prísin, sigur hann, at upsaprísurin í dag liggur millum 3,50-4 kr.
fyri kg., og tað er umleið ein króna meira, enn tá ið prísirnir vóru lægstir í
summar og tíðliga í heyst.
Áður hevur Ragnar sagt, at tað stóð upp og niður hjá nýggju Beta-trolarunum fyrra hálvár í ár, men hann ásannar, at gongdin versnaði í juli og august.
- Tað er ein bati, at prísirnir eru kvinkaðir uppeftir aftur, men tað skal nógv til, áðrenn vit kunnu siga, at tað hevur gingið hampiligt í ár.
Garantieftirlit
Ætlandi skuldu nýggju skipini til garantieftirlit síðst í hesum árinum, men
eftirlitið er nú útsett til komandi summar, tá ið skipini helst fara niður til
Spaniu, har tey eru bygd.
- Tískil verða skipini í vinnu í vetur og í vár, tá ið væntast kann, at frægast kemur burtur úr. Summarið er vánalig fiskitíð, og tá eru prísirnir oftast lágir, leggur Ragnar Olsen aftrat.