Upsin vil ikki tørna til

Partrolararnir eru drúgvir, og teir liggja lutfalsliga stutt millum túrar. Her verður roynt at fáa sum frægast burturúr.

 

Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum roynist smáligur, og soleiðis hevur verið yvir eina longri tíð. Tað er bara hendinga ferð, at sagt hevur verið frá hampiligum fiskiskapi.

Men, partrolararnir eru drúgvir.

Teir liggja lutfalsliga stutt millum túrar og her verður roynt at fáa sum frægast burtur úr, tó at tað hevði verið enn hugaligari, um fiskiskapurin eftir upsa royndist betur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at flestu partrolarapør koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Tað merkir, at hesi skip eru tikin úr upsafiskiskapi í summarhálvuni.

Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og kongafisk, og væntandi er, at í minsta lagi annar kemur inn at landa í næstu viku.

- Fýra trolbátar fiska á landleiðini. Teir fáa mest av toski og flatfiski. Trolbátarnir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni, tí landleiðin verður stongd í døgunum, 18.-31. juli.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tveir trolbátar fiska norðan fyri, og hesir báðir koma væntandi inn at landa mánadagin.

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Garnaskipini hava smáligan fiskiskap, verður lagt aftrat.