Úr býráðnum at hjálpa Tjóðveldi í Løgtinginum

Vinnu- og mentanarstjórin hjá Klaksvíkar kommunu, Eirik­ur í Jákupsstovu, tek­u­r í heyst við starvi sum skriv­ari hjá Tjóðveldi.

Har verður uppgávan hjá honum at standa fyri sam­skift­i­num hjá flokk­i­num úteftir og hjálpa til við pol­i­tikk­menning hjá flokk­i­num.

 

Tað er soleiðis, at pol­it­isku flokkarnir fáa stuð­ul frá Løg­tinginum til skriv­stov­u­hald, og størri flokk­ar­nir fáa meira enn teir minnu.

 

Spurdur um hann hevur politiskar ambitiónir og sær sessin sum skrivari sum eina lopfjøl at koma upp í politikk svarar hann, at so er ikki.

 

– Eg havi ikki valt hetta arbeiðið, tí eg ætli mær at vera politikari. Eg havi valt hetta, tí eg haldi hetta vera eitt spennandi arbeiði, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum ikki avvísir, at hann kanska kundi funnið upp á at stilla upp einaferð, men spurdur, um hann verður á listanum hjá Tjóðveldi til næsta væl, so sigur hann, at tað verður hann ikki – í øllum førum ikki, sum støðan er nú.

 

Vit kunnu siga, at tað liggur í blóðinum at vera tjóðveldismaður, tí Eirikur í Jákupsstovu eru abbasonur Jákup í Jákupsstovu, sum var ein av stovnarunum av Tjóveldisflokkinum saman við Hanusi við Høgadalsá, Sigurði Joensen og Erlendi Patursson.

 

– Eg havi altíð verið tjóð­skap­ar­maður og havi altíð hil­d­ið, at vit í Føroyum klára okkum upp á okkara egnu fortreytir. Men eg havi ikki verið virkin limur í Tjóð­veldi, sigur Eirikur í Ják­ups­stovu.

 

Hann hevur royndir sum journ­alistur, bæði her hjá okk­um í Miðla­hús­i­num og í Kring­varp­i­num. Hann hevur eisini ar­beitt við politikki áður, fyrst á skrivstovuni hjá Javn­að­ar­flokkinum á Christ­i­ans­borg fyri Sjúrð Skaale, og seinni fyri Tjóðveldi, tá Magni Arge røkti fólk­a­tings­essin frá 2015-2019.

 

Hóast hann skiftir starv, so verð­ur tað ikki fyrr enn eft­ir summ­ar­frítíðina, tí hann hevur nakrar upp­gáv­ur eftir at loysa hjá Klaks­víkar kommunu.

 

– Mær hevur dámt sera væl hjá Klaksvíkar komm­unu, og eg havi ar­beitt væl saman við bý­ráðslimum, bæði fyri og eft­ir kommunuvalið, sigur Eirik­ur í Jákupsstovu. Hann heldur seg hava nátt nøkr­um málum, nú hann fer víð­ari og skiftir starv.

 

Eirikur í Jákupsstovu er av Eiði, men býr í Klaksvík, haðar hann eisini er giftur. Men tey vera verandi í Klaksvík, leggur hann dent á, og har trívast tey væl.