ÚR SAVNINUM: Fimm ár síðani U21-landsliðið spældi fyrsta dystin í HM-endaspælinum

Í dag eru fimm ár síðani Føroyar vunnu fyrsta endaspælssigurin nakrantíð í hondbólti

Savnsmynd: HSF

Savnsmynd: HSF

Í dag eru fimm ár liðin síðani Føroyar spældu fyrsta endaspælsdystin nakrantíð í hondbólti. Føroyar vunnu 31-28 á Chile í tí fyrsta dystinum. 

 

Føroyska U21-landsliðið vann seg í januar sama árið til HM-endaspælið fyri U21-landslið, ið var í Algeria í juli sama árið. 

 

Úrslitini hjá Føroyum í HM-undankappingini á heimavølli í januar vóru:

 

Føroyar – Sveis 28-24

 

Føroyar – Israel 31-25

 

Føroyar – Finnland 29-28

 

Í HM-endaspælinum í Algeria stóð liðið seg væl við tveimum góðum sigrum, og við heiðurligum avrikum móti krútsterkum liðum sum Noregi, Týsklandi og Fraklandi, har tað ikki slitnaði fyrrenn móti endanum av dystunum. 

 

Komandi summar fara Føroyar á øðrum sinni at kappast í einum HM-endaspælið fyri U21-landslið í manshondbólti. Millum 20. juni og 2. juli komandi ár fara 32 landslið at kappast í Grikkalandi og í Týsklandi. 

 

Úrslitini hjá Føroyum í HM-undankappingini í Algeria í juli 2017 vóru hesi:

 

Føroyar – Chile 31-28

 

Føroyar – Suðurkorea 28-27

 

Føroyar – Noreg 23-29

 

Føroyar – Týskland 21-29

 

Føroyar – Ungarn 23-32

 

Føroyar – Frakland 25-28 (áttandapartsfinala)

 

Føroyar – Svøríki 21-33 (Plasseringsdystur)

 

HER  ber til at hoyra minnilig frásøgubrot frá gamla Rás2 (FM1) frá undankappingini í Føroyum og frá HM-endaspælinum í Algeria. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen søgdu frá. 

 

Hópurin í Algeria í juli 2017:

 

Niklas Simonsen, Skjern

 

Hørður Trygvason, SG Flensburg Handewitt

 

Helgi Hoydal, H71

 

Áki Egilsnes, VÍF

 

Hilmar Leon Jakobsen, H71

 

Fríði Hammer Weyhe, KÍF

 

Kjartan Johansen, StÍF

 

Jónas G. Djurhuus, H71

 

Pætur Mikkjalsson, Neistin

 

Teis Horn Rasmussen, Neistin

 

Pætur Johansen, StÍF

 

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt

 

Pætur Thomsen, H71

 

Rune Olsen, Neistin

 

Rói Berg Hansen, Neistin

 

Sjúrður Olsen, VÍF

 

Savnsmynd: HSF

Savnsmynd: HSF