ÚR SAVNINUM: Tá AB fylti 40 ár 15. august í 2013

Hoyr samrøðurnar Miðlahúsið gjørdi fyri 10 árum síðani í samband við, at Argja Bóltfelag fylti 40 ár

Í morgin 15. august fyllir Argja Bóltfelag 50 ár.

 

Í hesum sambandinum hevur Argja Bóltfelag opið hús í AB-húsinum millum klokkan 16 og 19, har tey bjóða kaffi og køku

 

Í Tórálvsstovu í AB húsinum er serframsýning við myndum frá farnu hálvu øldini.

 

Eisini vera frásagnir frá fyrrverandi formonnum og nevndarlimum um minniligar løtur í felagnum.

 

Fyri 10 árum síðani tá AB fylti 40 ár hevði Miðlahúsið eina útvarpssending.

 

Heri Simonsen prátaði 15. august í 2013 við Fróða Olsen, ið var ein av stovnarunum hjá Argja Bóltfelagi, Sjúrður Olsen, Argja Fótbóltur, Andrass Drangastein, fyrrverandi formann, brøðurnar Heðin og Jónas Stenberg, synir hjá Tórálvi Stenberg, sála, og hann prátaði eisini við táverandi formannin, Jens Michael Tróndheim.

 

HER  ber til at hoyra sendingina um Argja Bóltfelag og um søguna hjá AB, ið Miðlahúsið gjørdi fyri 10 árum síðani.