Óivað hevur onkur hugsað, hvat var av sjónini í Vágsbotni – Thorshavn, eftir at eitt felag á Tvøroyri keypti søguliga farið. Og kanska serliga hevur tað undrað, um ein hevur funnið útav, at Thorshavn ikki er at finna við bryggju á Tvøroyri í hesum døgum.
Men frágreiðingin er einføld.
Pláss er ikki á Tvøroyri fyri Thorshavn á Tvøroyri, og eru fólkini í felagnum M/S Thorshavn fegin um, at skipið sleppur at liggja trygt fyri veturin í Vági.
Í kvøld er aðalfundur í felagnum á Seglloftinum á Tvøroyri.
Á skránni er m.a. nevndarval, og í vetur verður so arbeitt við hvussu skipið skal nýtast komandi ár. Umvælingar skulu eisini gerast á skipið.