Tað skrivar Reuters.
– Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk koma inn í samveldið uttan at halda okkara reglur.
– Hættisligu yvirferðirnar mugu steðgast beinanvegin. Menniskjasmuglarar skulu steðgast, og fólk skulu sendast aftur skjótast gjørligt sambært galdandi reglum, skrivar hon á sosiala miðlinum X.
Ceuta liggur á norðurstrond Marokko og er saman við Melilla einasta landamarkið hjá ES til Afrika.
Von der Leyen hevur biðið tveir ES-nevndarlimir arbeiða fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Talan er um Magnus Brunner, sum hevur ábyrgd av innanhýsis málum og innflyting, og Dubravku Suica, sum hevur ábyrgd av Miðjarðarhavsøkinum.
Magnus Brunner skal samskipa meiri stuðul til Spania, millum annað gjøgnum markastovnin Frontex, meðan Dubravka Suica hevur samband við marokkanskar myndugleikar.
– Eg eri sannførd um, at okkara tætta samstarv við Marokko fer at geva ítøkilig úrslit, skrivar Ursula von der Leyen.
Tilflytingin hevur elvt til hvassar politiskar útmeldingar í Evropa.
Italska forsætisráðfrúan Giorgia Meloni hevur heitt á ES um at seta Spania uttan fyri Schengen-samstarvið.
Eisini danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, heldur, at ES eigur at umhugsa at seta Spania uttan fyri Schengen.
Frakland hevur samstundis styrkt markakanningarnar við markið til Spania.










