USA fer at senda ein flogbera aftrat til Miðeystur

Flogberin, George H.W. Bush, verður nú helst eisini sendur til Miðeystur. Frammanundan eru risastóru flogberarnir, USS Abraham Lincoln og USS Gerald R. Ford, á leiðunum í Miðeystri

 

Wall Street Journal, sum er ein amerikansk stórávís, vil vera við, at USA nú eisini ætlar at senda flogberan, George H.W. Bush, til Miðeystur.

 

Flogberin verður sendur hagar saman við fleiri øðrum stuðulsskipum.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, heldur, at teir næstu dagarnir verða avgerandi fyri gongdina í krígnum móti Iran.

 

Ávísin skrivar, at viðmerkingin hjá verjumálaráðharranum varð borin fram stutt eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði sagt, at hann kann enda kríggið, hóast Iran ikki hevur latið Hormussundið uppaftur fyri skipaferðslu.

 

##med2##

 

Tveir aðrir risastórir amerikanskir flogberar, USS Abraham Lincoln og USS Gerald R. Ford, eru longu á leiðunum í Miðeystri.

 

CBS News visti týsdagin at siga, at flogberin - hin triði í røðini - er undirlagdur U.S. Central Command, sum samskipar hernaðarlig átøk í Miðeystri.