USA leingir vápnahvíldina við Iran - stongsulin heldur fram

Trump leingir vápnahvíldina við Iran til Iran kann leggja fram eitt ítøkiligt uppskot. Stongsulin er heldur fram.

Standað skip í Hormuzsundinum Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leingir vápnahvíldina við Iran, til Iran kann leggja fram "eitt umfatandi uppskot" í friðarsamráðingum við USA.

 

Hetta skrivar Trump í einum uppslagi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

 

Amerikanska sperringin av Hormuzsundinum heldur fram, skrivar hann. Hann greiddi ikki nærri frá, hvussu leingi vápnahvíldin fer at vara. Hann greiddi heldur ikki nærri frá, hvat hann meinti við einum uppskoti.

 

Vápnahvíldin, sum higartil hevur verið, vardi í tvær vikur og skuldi ganga út innan eitt samdøgur ella tvey.

 

 

 

/Ritzau/

 

Standað skip í Hormuzsundinum Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix