Útgreining av lungnatuberklum

Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum hevur í dag sent út kunningarskriv um lungnatuberklar.

Tríggir smittandi tilburðir av lungnatuberklum eru nýliga staðfestir í Føroyum. Allir tríggir tilburðirnir eru skrásettir og hava Landslæknin og Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum tikið stig til at gera tær útgreiningar, sum eiga at verða gjørdar, tá smittandi lungnatuberklar koma fyri.

 

- Útgreiningin tekur støðið í at finna fram til, hvørji fólk, tey sjúku hava ella hava havt tætt samband við. Tætt samband er húskið og onnur, sum tey sjúku annars hava verið saman við í meira enn átta tímar dagliga.

 

Tað sigur  Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum.

 

Lagt verður aftrat, at ein av sjúklingunum við smittandi lungnatuberklum hevur verið innlagdur á Landssjúkrahúsinum, og tí verða tey kannað, sum hava verið innløgd um somu tíð - og á somu deild sum tann smittandi sjúklingurin.

 

- Útgreiningin fevnir eisini um starvsfólk á seingjadeildum á Landssjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur verið innlagdur. Harumframt fáa tey, sum hava viðgjørt og kannað sjúklingin, tilboð um at verða kannað.

 

Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum sigur, at lungnatuberklar kunna smitta sum allar aðrar smittandi sjúkur, men tað er umráðandi at staðfesta, at tey, sum hava tilvildarligt samband við fólk, ið hava smittandi lungnatuberklar, sera sjáldan verða smittað.

 

- Næsta stigið í útgreiningini er tí at kanna húskið hjá teimum, sum vísa seg at vera berarar av tuberklum. Í hesum sambandi er sera umráðandi at skyna á teimum sum hava sjúkraeyðkenni og teimum, sum hava fingið sjúkuna staðfesta.

 

Lagt verður aftrat, at lungnatuberklar smitta einans, um ein hevur sjúkraeyðkenni, og tá tað er staðfest, at tey hava tuberklabakteriur í slími og blóði, ið verður harka upp úr lungunum.

 

- Tey, sum eru frískir berarar av tuberklum, verða í flestu førum sett í fyribyrgjandi viðgerð. Viðgerðin virkar við at týna tuberklarnar, soleiðis, at frískir berarar av tuberklum ikki verða sjúkir. Frískir berarar av tuberklum kunna ikki smitta, sigur Smittuverjunevndin á Landssjúkrahúsinum í kunnandi skrivi í dag.