Tað kom púra óvart á fýra útlendingar í gjár, at tað ikki er loyvt at flúgva við dronu í Klaksvík. Tað søgdu teir við løgregluna, tá teir vórðu tiknir fyri at flúgva við dronu.
Orsøkin er, at tað ikki er loyvt at flúgva við dronu innan fyri tveir kilometrar frá einum tyrlupalli. Teir vóru innan fyri hetta økið.
Teir vóru partur av sama ferðalagi og vórðu tiknir samstundis.
Teir fingu bót fyri lógarbrotið, men dronurnar vórðu ikki tiknar frá teimum.
Um middagsleitið í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur koyrdi út fyri treytaleysa víkiskyldu. Bilførarin fær eina revsing fyri brotið.
Vaktleiðarin á politistøðini hevði eisini eina ávaring til fólk, sum fáa sms-boð ella teldupostar um pakkar, sum tey skulu hava bílagt. Har verða tey biðin um at trýsta á eina leinkju.
– Tað mugu fólk fyri alt í verðini ikki gera, um tey einki kenna til pakkan, sigur vaktleiðarin.











