Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í THW Kiel fáa norskan høvuðsvenjara. Talan er um ein fyrrverandi leikara hjá Kiel.
Børge Lund tekur við krevjandi starvinum í hondbóltsøra býnum í norðasta partinum av Týsklandi. Børge Lund hevur seinastu seks árini verið høvuðsvenjari hjá norska stórliðnum, Elverum.
Norðmaðurin hevur gjørt sáttmála við THW Kiel fram til 28. juni í 2028. Hann byrjar í starvinum 1. juli, og verður sostatt at síggja við Tjarnir, tá THW Kiel skal spæla móti GOG, Vali og H71 í Wenzel Nordic Cup, ið verður leikt 13. til 16. august.
Børge Lund hevur eisini gjøgnum fleiri ár verið hjálparvenjari hjá norska manslandsliðnum. Sjálvur spældi hann 216 landsdystir og skoraði 390 mál. Við Noregi vann hann tvær HM-silvur.
Sum leikari royndi hann seg í týskum hondbólti, árini 2006-2013. Hann spældi við HSG Nordhorn, THW Kiel, Rhein-Neckar Löwen og Füchse Berlin, og kennir tí heimsins bestu hondbóltsligu væl.
Við heimasíðu felagsins sigur Børge Lund: - Tað kennist næstan sum at koma heim. Árini í Kiel vóru hæddarpunktini í míni tíð sum virkin hondbóltsleikari. THW Kiel var og er fyri mær heimsins størsta hondbóltsfelag.
Við THW Kiel vann Børge Lund trý meistaraheiti, tvær steypakappingar, og á einum sinni Champions League. Hann spældi við Kiel, árini 2007 til 2010.
Stjórin í THW Kiel, Viktor Szilagyi sigur við heimasíðu felagsins, at Børge Lund er tann rætti maðurin til eitt nýtt tíðarskeið, har eitt nýtt sterkt lið skal byggjast upp.











