Útlendingur sleppur ikki aftur til Føroya í fimm ár

Í gjár varð ein útlendingur dømdur í 60 dagar treytaða fongsulsrevsing, samstundis sum hann varð vístur úr Føroyum í fimm ár.

 

Leygarkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap á einum privatum bústaði í Havn. 

 

Tað vóru tveir útlendingar, sum vóru komnir til ilnar, har annar hevði framt govan harðskap móti hinum.

 

Tann, sum framdi harðskapin, varð tikin við á løgreglustøðina, meðan hin álopni endaði á Landssjúkrahúsinum.

 

Í gjár varð harðskapsmaðurin førdur fyri ein dómara, skuldsettur fyri grovan harðskap, sum hann játtaði seg sekan í.

 

Maðurin fekk 60 dagar treytaða fongsulsrevsing og varð vístur úr Føroyum í fimm ár.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tann, sum framdi harðskapin leygarkvøldið, longu er sendur av landinum.