Útlendsk ferðafólk ræðast ikki grindadráp

Grindadráp fær ikki útlendsk ferðafólk at avlýsa ferðir til Føroyar

Grindadráp hevur ikki nakra serliga ávirkan á áhugan hjá útlendingum at koma til Føroya.

Tað er niðursøðan hjá ferðavinnuni í Føroyum.

 

Tað verður annars mangan hildið upp á, at grindadrápið kann forkoma ferðavinnuni í Føroyum, sum annars hevur sett sær so glæsilig mál, at hon skal tvífaldast hesi næstu fáu árini.

Hildur Djurhuus, deildarleiðari á 62 Norð, sigur, at har merkja tey at kalla púra einki til grindadráp.

- Tey ferðafólk, vit eru í samband við, og tey ferðafólk, sum eru í Føroyum, taka ikki grindadráp upp á tunguna og tað fær tey ikki at setast aftur.

- Men hinvegin er tað eisini hugsandi, at tey, sum eru ímóti grindadrápi, ikki seta seg í samband við okkum, leggur hon afturat.

 

Hinvegin sigur hon, at tá ið tey eru á ferðavinnustevnum í øðrum londum, er tað hendinga ferð, at fólk siga, at tey vilja ikki koma til Føroya tí at vit drepa  grind.

- Tað er ógvuliga sjáldan, men tað er kemur fyri, men tað næstan á hvørjari stevnu, at vit møta einum ella tveimum fólkum, sum ikki vilja koma higar, tí vit drepa grind.

 

Samanumtikið er tað somikið sjáldan, at vit meta ikki, at tað er nakar stórvegis trupulleiki, sigur Hildur Djurhuus.  

 

Hon sigur, at á stevnunum í Danmark er tað eingin, sum tekur grindadráp upp á tunguna.

Tað er meiri í Onglandi, Italia og aðrastaðni, at tað kemur fyri, sigur hon.

Hon sigur, at tey royna at greiða hesum fólkum frá veruleikanum um grindadráp, men hon heldur, at tað er sum at sletta vatn á gás.

- Tá ið fólk koma til okkara at tosa um grindadráp, royna vit ikki at dylja nakað, men vit royna at greiða teimum frá veruleikanum.

 

- Tey hava eina romantiska mynd av grindahvali og har treingir veruleikin ikki ígjøgnum. Tey steðga ongantíð nóg leingi á til at vit fáa greitt teimum frá nøkrum, sigur Hildur Djurhuus.