Útróðrarbátur fiskaði fyri góðar seks miljónir í fjør

- Vit høvdu sjey útróðrardagar á Føroyabanka í fjør heyst og seldu fyri 700.000 krónur, sigur Janus Sørensen.

Hann veipar ikki við ørmunum og er ikki maðurin við stóru orðunum, men hann verður neyvan tikin á útróðri.

Tað eru fleiri, sum eru spentir, nú nýggi fiskimálaráðharrin - eins og undanmaður hansara, Jacob Vestergaard - ætlar at loyva ávísari vinnuligari veiði á Føroyabanka í ár.

 

Talan hevur verið um at býta út einar 200 fiskidagar, sum tó liggja uttan fyri tíðina, tá toskurin gýtir. Tað er eisini upp á tal, at onkur serstøk økir á Føroyabanka møguliga verða stongd fyri at verja toskin, meðan avmarkaða vinnuliga veiðan fer fram. 

 

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, gongur soleiðis í fótasporunum hjá undanmanni sínum. 

 

Tað er greitt, at ein ávís vinnulig veiða á Føroyabanka í stóran mun fer at fylgja tilmælunum hjá Havstovuni, og tað er í her, at nevndu 200 dagarnir eru komnir í ljósmála.

 

Men, 200 dagar er ikki nógv, um allur línuflotin skal hava burtur av hesum.

 

Seinnu árini hava nøkur línuskip og nakrir størri útróðrarbátar gjørt royndir fyri Havstovuna á Føroyabanka, og royndir hava eisini verið gjørdar við avmarkaðari garnaveiði eftir havtasku.

 

Ein av bátunum, sum var sjey dagar á Føroyabanka tíðliga í fjør heyst, var útróðrarbáturin Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði eigur og rekur. Hann sigur, at royndin á Bankanum eydnaðist væl.

 

- Hesar sjey dagarnar fiskaðu vit fyri 700.000 krónur. Nú verður spennandi at síggja, hvussu hesir 200 dagarnir, sum ætlanin er at býta út á Føroyabanka, verða útlutaðir, sigur hann.

 

Spurdur, hvussu árið í fjør annars vignaðist hjá teimum, sigur Janus Sørensen, at árið var gott, og í longri tíð hevur prísurin á ráfiski verið góður - ja, so góður, sum hann neyvan áður hevur verið yvir so langa tíð.

 

- Vit høvdu 102 fiskidagar tilsamans í fjør, og vit fiskaðu fyri stívliga seks miljónir krónur, sum er eitt gott ár hjá einum útróðrarbáti sum Brandi, sigur hann.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hann veipar ikki við ørmunum og er ikki maðurin við stóru orðunum, men hann verður neyvan tikin á útróðri.

Janus Sørensen er ikki hvør sum helst í útróðrarhøpi, og hann hevur verið fiskikongur í fleiri ár.