Tað var væntandi, at ein skipan við handilskvotum ella fiskidøgum fór at elva til løgnar sølur og ivingarsamar transaktiónir.
Vit hava sæð og hoyrt, at menn hava keypt gomul skip fyri at fáa fatur á veiðiloyvum at selja til aðrar. Eisini menn og fyritøkur, sum ikki hava við fiskivinnu at gera.
Hetta merkir, at veiðiloyvi eru vorðin ein handilsvøra í sjálvum sær. Tað var ikki ætlanin, men kortini eitt fyribrigdi, sum summi spáddu um.
Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í Íslandi, har kvotubárónar vinna hópin av peningi at leggja kvotur undir seg at selja øðrum.
Hetta er neyvan í samljóð við andan í lógini um vinnuligan fiskiskap, har tað verður sligið fast, at tilfeingið í sjónum er ogn Føroya fólks. Tí er tað gott, um lóg og reglur verða gjørdar neyvari.
Men tað mundi koma óvart á mong, at Fiskimálastýrið eisini er við í óhepnum avgerðum, sum tíðindini um Fram og Pelagos benda á.
Hevur Fiskimálastýrið latið hesum skipum eina størri kvotu fyri at geva teimum eitt størri søluvirði, eru vit komin út um alt sømiligt mark.
Nú sigur formaður í felagnum Nótaskip eitt og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eitt annað.
Uttan at taka dagar ímillum er í øllum førum talan um ein spurning, sum eigur at verða kannaður til botns, tí slíka mannagongd kann eitt rættarsamfelag ikki góðtaka.