VÍF av botnsessinum

Tað var annars ikki so nógv fyri steðgin, sum bendi á, at VÍF skuldi fara avstað við stigunum.

Hóast tað gekk javnt á, so hevði H71 fyri tað mesta munin, men eftir steðgin bara lítið og einki til hjá vertunum.

Seinasta korterið skrædnaði fullkomuliga, og hóast Johan Hofgaard í málinum hevði fleiri fínar bjargingar, so megnaði hann ikki einsamallur at halda hoyvíkingum í dystinum.

 

Besti málskjútti hjá H71 var Janus Sørensen við 7 málum. Áki G. Olsen skoraði 9 av málunum hjá VÍF.