VÍF hevði viljan

Við góðum liðavriki og einum framúrskrandi málmansavriki eydnaðist VÍF at hevna finaluósigurin móti StÍF. Og sum bonus eru teir gulu nú heilt væl fyri í oddastríðnum

Hondbóltur

Seinsta vikuskifti staðfestu strandingar enn einaferð, at tá talan er um steypahondbólt, eru tað fá - um nakað - lið í landinum, sum standa teimum kurl.
Onkursvegna er tað, sum um hetta slagið av dystum lyftir liðið upp á eitt hægri støði, har talan er um »ein fyri allar og allar fyri ein«. Eitt spæl, har samlaða liðavrikið verður sett omanfyri alt, og har uppgávurnar verða loystar, mest sum líkamikið, hvussu svart tað sær út.
Eginleikar, sum seinnu árini hava lyft hondbóltin har um leiðir til at vera nakað av tí besta, sum føroyskur hondbóltur hevur at bjóða, og sum ferð eftir ferð hevur drigið mann av húsum, tá dystur er í høllini.

Bensin ella diesel
Men hóast liðið nú í fleiri ár hevur prógvað hesar eginleikar, so er staðfestingin samstundis, at tað er so sera sjáldan, at liðið hevur sýnt somu dygdir í landskappingini. Her er tað meira tað seiga trekkið, sum skal til, um gullkrónurnar skulu gerast veruleiki. Her er tað gjarna ein tungur diesel-motorur, sum skal draga lessið, og ikki kvika bensin-útgávan við innspræning, sum strandingar tykjast eiga.
Og júst munurin millum hesar bæði motor-sløgini, var eyðsýndur, tá VÍF vitjaði á Skála sunnudagin. Vestmenningar hava ikki vunnið steypafinaluna síðani 1999, men í landskappingini hava tær á hvørjum ári síðani hetta verið við til seinasta leikdag. Nakrar ferðir sum vinnarar - aðrar ferðir sum taparar. Men fram um alt, so hava teir verið »tann« dominerandi faktorurin í landskappingini seinasta tíggju ára skeiðið ella so.
Vónirnar fyri, at tað aftur skuldi verða soleiðis í ár, hava annars fingið eini trý skot fyri bógvin seinastu vikurnar, so hvørt sum stuðulsleikarar eru falnir frá. Eftir steypafinaluna varð eisini tosað um, at hetta fór at vera dýrt fyri VÍF, og kanska høvdu áskoðararnir eisini sæð hendan partin va veruleikanum í eyguni. Í øllum førum var stuðulin hjá liðnum ikkieins manssterkur, sum hann so oftani áður hevur verið til útidystir.

StÍF var betri
Og fyrra hálva tíman var heldur líkt til, at her var stórvegis hjá VÍF at koma eftir. Hóast munurin á máltalvuni ikki var tann stóri, so bendi dysturin tann vegin, at StÍF ikki skuldi hava stórvegis trupulleikar. Teir á heimaliðnum tóktust brúka munandi færri kreftir til sítt spæl, sum eisini gekk munin skjótari. Nakað, sum ikki minst kom til sjóndar, tá talan gjørdist um yvirtalsstøður.
Og VÍF var eisini skert, tá tosast skal um skotstyrki. Við eini bak-ketu, sum var samansett av Sámal Joensen, Daniel Rápa og óroynda Sjúrði Poulsen, tóktust teir snøgt sagt ikki hava neyðuga power?ið til at avgera dystin.
StÍF hótti eisini fleiri ferðir við at renna avstað, men spakuliga kom hiti í diesel-motorin hjá vestmenningum. Seinastu lítlu løtuna undan steðginum togaðu teir seg upp á javnt, og tó at strandingarnir togaðu seg framum aftur, so var sálarligi týdningurin av hesi løtuni helst stórur.

Momentið var avgerandi
Og eftir steðgin kom av álvara munur á. Momentið hjá vestmenningunum tóktist vera væl størri, enn tað var hjá vertunum. Eli Müller fann satt stórspæl fram í málinum. Johnny Joensen sum eittari tók broddin av álopsspælinum hjá StÍF. Og ikki minst, so prógvaði Sjúrður Poulsen, at hóast tað kann síggja svart út, so kemur maður í mans stað. Í bestu deildini hevur hann ikki gjørt nakað um seg, hóast evnini hava verið til tað í fleiri ár, men sunnudagin tók hann fyri stóran part pallin. Ikki minst var tað imponerandi at síggja, hvussu hann úr spískum ferð eftir ferð sendi bóltin framvið kanska besta málverjanum í landinum, og hetta var eisini kraftiga viðvirkandi til, at StÍF noyddist at verja breiðari, heldur enn bara at hugsa um støðuna mitt fyri málið.
Og so hvørt, sum urið nú gekk móti teimum 30, so stóð alt meira greitt, at stigini ikki skuldu verða á Skála. Spælararnir megnaðu ikki - eins og teir gera í steypakappingini - at toga avrikið upp á tað maksimala. At kalla eingi móttrekk vóru funnin til umskipaðu VÍF-verjuna, og tá skotstyrkin hjá Justinussen beiggjunum ikki var nóg stór til at vinna vegin framvið stórspælandi Eli Müller, so gjørdist einki. At munurin ikki vaks nakað stórvegis seinastu 10 miunuttirnar, var meira eitt mát fyri, at VÍF nú spældi meira kontrollerandi, enn at StÍF hevði fingið takið, og so kundu gulu armarnir fara í loft, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað.

Hava allar møguleikar
Og sum hini úrslitini lagaðu seg, so er eisini øll orsøk til at halda, at VÍF?ararnir framhaldandi kunnu halda ørmunum á lofti. Gaman í eru framvegis fimm dystir eftir at spæla, men tapið hjá Kyndli hevur í øllum førum við sær, at VÍF nú er fýra stig á odda. Megna teir at fáa fult í komandi dystunum, sum eru móti H71, Neistanum og KÍF, so eiga teir í minsta lagi tveir matchbóltar til seinastu umførini. Og tað er so treytað av, at Kyndil vinnur sítt.
So hóast tapið í steypfinaluni, og hóast fráveru av stuðulsleikarum, so síggja komandi vikurnar kanska heilt bjartar út fyri VÍF kortini. Seigtrekkið í dieseil-motorinum er ikki soleiðis at forkasta!

Fakta um dystin
StÍF-VÍF 22-26 (12-11)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen 6(3), Bent Djurhuus 4, Leivur Justinussen 2, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1
VÍF: Agnar Joensen 7(4), Sjúrður Poulsen 5, Sámal Joensen 4(1), Johnny Joensen 4, John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 1, Rúni Joensen 1, Daniel Rápa 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 6
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum. Linjan var alla tíðina løtt at fylgja, og tí gjørdist talan ongantíð um spentar støður, sum annars eru heilt vanligar í slíkum dystum.