VÍF vann seg tvey stig nærri kollfirðingum seinnapartin. Vestmenningar eru trý stig frá finaluplássi, og tað eru 10 stig eftir at spæla um. VÍF - StÍF 27-25
Tað var um reppið, at vestmenningar mistu alt á gólvið. Heimaliðið hevði neyðuga áræðið seinastu løtuna og fór avstað við sigrinum. Munurin millum liðini á stigtatalvuni var átta stig undan dystinum, men StÍF, sum hevur havt stór sveiggj í sínum avrikum alt kappingarári, stóð seg væl.
KÍF - Neistin 25-31
Hóast Neistin hevur tryggjað sætið pláss í finaluni, og hóast liðið hevur havt lítið og einki at spæla fyri í fleiri vikur, so er tað framvegis eingin, sum stendur steypavinnarunum kurl. Neistin vann seinnapartin á nærmastu kappingarneytunum við seks málum. Tað blæsir eitt sindur av spenningi í stríðið um finalupláss.
Kyndil - H71 21-30
Í høllini á Hálsi veittraði Kyndil endaliga farvæl til finalupláss. H71 vann greitt og uppiborið við heili níggju málum.
Dystirnir næsta vikuskiftið:
11. mars: Team Klaksvík - KÍF
13. mars: StÍF - Kyndil
13. mars: Neistin - VÍF
Stigatalvan:
1. Neistin - 37 stig
2. KÍF - 24 stig
3. VÍF - 21 stig
4. Kyndil - 19 stig
5. H71 - 18 stig
6. StÍF - 11 stig
7. Team Klaksvík - 2 stig *
Team Klaksvík hevur spælt 18 dystir. Hini liðini hava spælt 19 dystir.