VÍF mundi mist á stokkinum

Tað var um reppið, at VÍF tveitti annað stigið burtur, tá ið H71 vitjaði í Vestmanna sunnudagin.

Vestmenningar munnu óivað aftur í ár teljast millum favorittarnar í 1. deild hjá monnnum Sunnudagin hevði VÍF vitjan av H71 í Vestmanna, og tann dysturin gjørdist helst eitt sindur javnari, enn tey flestu høvdu væntað. Hóast heimaliðið hevði leiðsluna allan dystin, so var um reppið, at teir tveittu sigurin fyri borð.

Fáar broytingar
Dia Midjord, ið er nýggjur venjari hjá vestmenningum, hevur at kalla tað sama fólkið, sum í fjør var um reppi at tryggja VÍF meistaraheitið. Piti Negru er farin til H71, men hann verður sjáldan við á besta liðnum hjá vestmenningum í fjør, og Áki G. Olsen var ikki við sunnudagin, tí hann er á brúdleypsferð. Hann verður tó óivað við seinni í ár.
H71 hevur nakrar broytingar í hópinum. Størsti styrkurin man helst verða, at Jens á Skipagøtu er komin aftur, soleiðis at H71 í Levi Nybo og Jens hevur tveir av landsins allarbestu málverjum. Harafturat eru tveir stórir mans, Birgir Kass og Piti Negru, komnir úr ávíkavíst Neistanum og VÍF.
Tað gekk ikki long tíð sunnudagin, so hevði heimaliðið lagt seg eitt sindur fram um gestirnar úr Hoyvík. Leiðslan gjørdist tó ongantíð so mikið stór, at dysturin var avgjørdur, men vestmenningar høvdu allatíðina nøsina framman fyri H71, og tá ið komið var til hálvleiks, vóru trý mál á muni, og heimaliðið var á odda 13-10.

Sámal gekk á odda
Hóast VÍF royndi at sleppa frá hoyvíkingum, so eydnaðist hetta tó ikki. H71 bleiv við at hanga í vestmenningum, men tað gekk tó striltið hjá teimum við at koma upp á javnleik. Í verjuni høvdu gestirnir úr Hoyvík stórar trupulleikar av at verja fyri Sámal Joensen, sum sunnudagin gekk á odda hjá VÍF og skeyt ikki færri enn tíggju mál.
Tá ið so dysturin tóktist verða avgjørdur, tí VÍF var á odda við fýra málum, og einans tíggju minuttir vóru eftir at leika, settu hoyvíkingar endaspurtin í gongd. Undir leiðslu av liðskiparanum og drívmegini, Halgir Dahl-Olesen, ótu gestirnir seg spakuliga inn á heimaliðið. Einans tíggju minuttir fyri leiklok var VÍF á odda 24-20, emn seks minuttir seinni javnaði Birgir Kass fyri H71 til 25-25, og so var alt púra opið aftur.
Men so syrgdu tveir av veteranunum hjá VÍF, Ingi Olsen og Sámal Joensen, fyri, at heimaliðið kom á odda 27-25, og tá ið leikandi venjarin hjá H71, Henrik Gerster, fekk minkað um munin til 27-26, var ov lítil tíð eftir, at útiliðið fekk møguleikan at koma upp á javnt aftur.

VÍF-H71 27-26(13-10)
VÍF: Sámal Joensen 10, Agnar Joensen 6, Ingi Olsen 4, Harald Bjørgvin 3, Daniel Rapa 2, Petur Frank Joensen 1, Karl Johan Djurhuus 1
H71: Henrik Gerster 6(1), Halgir Dahl-Olesen 5, Kristian Eli Zachariassen 4, Piti Negru 3, Heini Bendtsen 2, Niels V. Niclasen 2, Esbern Patursson 2, Birgir Kass 1, Johnny Durhuus 1
Brotskøst: VÍF 1(0), H71 7(1)
Útvísingar: VÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen