VÍF-KÍF 29-26 (16-14)
Heldur ikki í dag megnaðu kollfirðingar at fáa stig burtur úr dysti í fremstu mansdeildini.
Hesa ferð vóru gestirnir tó væl við langar løtur í dystinum, og VÍF slapp ongan tíð leyst, hóast teir høvdu leiðsluna størsta partin av tíðini.
Seinastu løtuna var munurin onkra ferðina niðri á einum máli, men teir gulu hildu tó høvdinum kalt og vissaðu sær sigurin.
Besti málskjútti hjá VÍF var hesa ferð Agnar Joensen við 9 málum. Damir Oros skeyt 12 av málunum hjá KÍF.