Vágafólk fegnast um nýggju blaðredaktiónina hjá Sosialinum

Nærum hálvtannað hundrað vágafólk leitaðu sær týsdagin til hátíðarhaldið í snotuligu og vælrøktu kommunuhúsunum í Sandavági, tá Sosialurin lat upp blaðredaktión í ovaru hæddini. Har vóru fólk úr øllum búplássunum í oynni og umboðandi nærum øll yrki, frá arbeiðsfólki, handverkarum, fólki í framleiðandi vinnuni, fólki frá handilslívinum, kommunustýrislimir, fyrrv. og núverandi tingmenn, prestur, løgregla, pensionistar osfr.

Fjølmiðlar



Sosialurin hevur tikið stig til at leiga eini stór og rúmlig høli frá Sandavágs kommunu í kommunuhúsunum, sum eisini húsa kommunuskrivstovuni, læknaviðtaluhøli og sjúkrakassa. Í fyrsta umfari fer blaðmaðurin Edvard Joensen at standa fyri arbeiðinum á redaktiónini, men ætlanin er eisini, at onnur fólk frá hinum redaktiónunum hjá Sosialinum kring landið skulu arbeiða har, tá tørvur er á tí.

Nógv varð gjørt burtur úr til móttøkuna, nú ein føroyskur fjølmiðil fyri fyrstu ferð í Vága søgu letur upp sjálvstøðuga deild í oynni. Hotel Vágar hevði dekkað búgvið borð og Vakstrarhúsið í Sandavági prýddi hølini við blómum og plantum. Alt gekk uppá stás og vóru fólk á einum máli um, at hetta er eitt sera skilagott tiltak.

Jan Müller, blaðstjóri beyð vælkomin og takkaði fyri tann sera stóran áhugan. Hann helt fyri, at Sosialurin ynskti eisini at vísa Vágoynni og vágafólki størri áhuga. Við hesi redaktiónini hevur blaðið fingið blaðdeildir í øllum teimum stóru plássunum kring landið: í Suðuroynni, í Norðoyggjum, í Eysturoynni og nú loksins í Vágum. Næsta málið vil so verða Sandoyggin. Hetta er so partur av strategiini hjá blaðnum at koma út í hvønn krók av landinum.

Blaðstjórin fegnaðist um tann sera stóra blíðskapin og beinasemið, sum blaðið møtti í oynni og her ikki minst í kommunuhúsinum, frá borgarstjóra og skrivara og fólkinum har. Hann rósti teimum fyri eina skjóta og positiva viðgerð av ynskinum um at fáa innivist og ivaðist ikki í, at tann sannroynd, at eitt blað hevði fingið skrivstovu í bygdini eisini fór at hava "avsmittandi" ávirkan á lívið í økinum.

-Tað kann kanska tykjast øvugt, at vit lata upp redaktión í Vágum um somu tíð sum tunnilin letur upp og tað verður skjótt og lætt at koma vestur. Men nýggja tøknin gevur okkum einastandandi møguleikar at arbeiða her vesturi frá. At vit eru so heppin, at eitt av okkara blaðfólkum býr her, gevur bæði blaðnum og blaðfólkinum góðar umstøður og møguleikar. Hvussu gjarna vit sum fjølmiðil í høvuðsstaðnum enn vilja vísa bygdunum ans og virðing, so verður tað ongantíð fullgott, um tú ikki hevur fólk á staðnum segði Jan Müller, sum eisini vísti á týdningin tað hevur hjá Vágafólki at kunna støkka inn á gólvið í Sandavági við heilsanum og myndum, lesarabrøvum og tilfari til blaðið sum heild. Teimum nýtist ikki at brúka postverkið ella koyra til Havnar. -Vit vilja fegin vera ein partur av tykkara nærumhvørvi hvønn dag í vikuni. Harvið koma tit eisini øllum Føroya fólki meira við og øvugt. Nýggi tunnilin ger landið minni og vónandi kann nýggja blaðdeildin eisini vera eitt íkast til tað sama. Eins og Vágatunnilin bindur saman Vágoynna og restina av Føroyum, vil Vágaredaktiónin binda saman vágafólk og restina av fólkinum.

Blaðstjórin á Sosialinum vísti eisini á tann týdning, sum Vágoyggin hevur sum knútapunkt millum Føroyar og umheimin. Eini 150.000 fólk ferðast árliga um flogvøllin, og her liggja mangar søgur og tíðindi hvønn tann einasta dag. Tað eru m.a. tey, sum blaðið eisini vil troyta. Hann krógvaði so heldur ikki, at blaðið vil vera meira sjónligt kring landið fyri at kunna fáa fleiri lesarar. -Kunnu vit við hesi deildini vísa tykkum og tykkara gerandisdegi størri ans, so vóna vit sjálvandi eisini, at tit fara at vísa blaðnum størri áhuga. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum. Vónandi hava vit við hesum stigi víst, at vit vilja gera orð til veruleika.

Eisini nevndarformaðurin hjá Sosialinum, Eyðfinn Jacobsen takkaði fyri stórfingnu móttøkuna. Sjálvur er hann vágamaður, so hann kundi ikki dylja fyri, at júst henda seinasta redaktiónini í røðini var kanska tann, sum hann var mest fegin um. Tó legði hann stóran dent á, at blaðið tekur stig til at gerast meira sjónligt úti um landið. -Blaðið og blaðfólkini á Sosialinum hava eina skyldu til at vera har fólk búleikast, og tað er ikki bara í høvuðsstaðnum. Kann hetta tiltakið vera við til at gagna demokratisku tilgongdini her á landi, so hevur blaðið gjørt okkum øllum ein beina helt nevndarformaðurin fyri.