Finnleif Guttesen
?????
Ein meiriluti í Vágs býráðið vil avreiða 40 almenn arbeiðspláss til Tvøroyri, fyri at varðveita eina prestigu ætlan, ið einki nýtt arbeiðspláss skapar.
40 nýggj almenn arbeiðspláss á Tvøroyri, sum við familju, fer at økja fólkatalið við umleið 100 fólkum, fer at føra Tvøroyri langt fram um Vág í allar mátar.
Fólk koma at flyta suður, byggja sær hús, flest øll í nærumhvørvinum av arbeiðsplássinum og skapa stóran framburð, serliga á Tvøroyri.
Sjálvsagt tekur Tvøroyrar býráð undir við meirilutanum í Vágs býráðið, tá ið hesi vilja geva Tvøroyri 40 almenn arbeiðspláss, við øllum teimum fyrimunum hetta gevur einum økið.
Sjálvt við einari kommunu, so verður við hesum almennu arbeiðsplássinum, allur framburðurin á Tvøroyri og ikki í Vági.
Ein dáragerð ímóti vágbingum
Tað kann ikki sigast annað, enn, at tað er ein dáragerð av meirilutanum í Vágs býráðið, ið vil taka 40 almenn arbeiðspláss frá sínum nærmastu í Vági
Livst so spyrst