Vágbingar eru svangir

Fótbóltur: Í Vági hevur verið tosað um at skifta spælistíl, men bæði venjari og fólk vera umleið, sum tey hava verið

Mest óvæntaða støðan á stigatalvuni er tann hjá VB. Undan kappingarbyrjan vildu teir vera við, at hetta fór at verða árið, tá fyrstu heiðurskrónurnar skuldu vinnast, men tað hevur vignast ómetaliga illa, og nú telist VB millum liðini, ið stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Ein rúgva av málum eru farin ígjøgnum, og VB hevur ikki megnað at skora fleiri enn fimm mál í seks dystum. Hetta hevur havt við sær, at teir hava ásannað, at 4-4-2 spælistílin makta teir ikki nóg væl, og tí ætla teir at skifta aftur til meira kenda stílin við vongverjum og trimum á miðvøllinum.

Janus Kjærbo er leikbannaður eftir útvísingina móti B68, og Elian Hansen hevur verið sjúkur í vikuni, men kanska verður hann við alíkavæl.

Tað er Skálafjarðarstevna, og dysturin í Runavík verður í dag klokkan 16.

Hjá NSÍ er lagið gott. Allir spælararnir eru tøkir, og hugurin at venja hevur verið góður. Á sama hátt sum hjá VB hevur venjingin ikki verið órógvað av landsliðnum, tí hvørki VB ella NSÍ eiga nakran landsliðsspælara.

Sambært støðutalvuni sær út til, at talan verður um lættan dyst hjá NSÍ, men venjarin Trygvi Mortensen vil ikki hoyra talan um sovorðið. Vágbingar eru svangir, og tá teir samstundis eiga nógvar góðar spælarar, so má NSÍ stríðast fyri at fáa stigini, eru boðini hjá NSÍ venjaranum til sínar menn.