Vágbingar togast uppeftir

Verður talan um trý stig móti NSÍ, er VB at kalla úr vandanum, sum hevur hótt liðið alt árið

Upptakt

Vágbingar hava avgjørt talst millum tey, sum í minstan mun hava livað upp til vónirnar, sum vórðu settar teimum undan árinum.
Gaman í vóru boðini, at eitt nýtt lið skuldi spælast saman, men fyrru kappingarhálvu tóktist hetta taka væl meira av tíð, enn gott er.
Leingi var liðið á næst aftasta sessinum, men seinastu umførini er vend komin í. Ikki minst mundi útisigurin á FS Vágum koma væl við, og nú eru vágbingar so spakuliga farnir at líta longur uppeftir á talvuna.
Her er NSÍ eitt av liðunum, sum veruliga tykist hava fingið fótin fastan í oddinum, og tí er einki at ivast í, at talan verður um trupla uppgávu hjá VB. Liðið er tó væl mannað. Eingi leikbann ella skaðar gera um seg, og tí stendur Predrag Zivkovic í teirri hugaligu støðu, at hann ivaleyst noyðist at seta góðar leikarar á beinkin.

Tað noyðist Jógvan Martin Olsen helst eisini. Runavíkingar eru nevnliga eisini fullmannaðir, nú teir gera seg til at taka eitt fet upp móti heiðursmerkjunum. Seinast var Jónstein Petersen leikbannaður, men hann er tøkur aftur, og eftir spælið, sum hann sýndi í UEFA-Cup dystinum móti Lyn er einki at ivast í, at hann er ein styrkur í framrættaða spælinum.
Tað er Karsten From uttan iva eisini. Danski álopsmaðurin fekk ikki verið við móti GÍ, tá tað gekk heldur striltið at flutt leikloyvið teir 65 kilometrarnar úr Havn til Runavíkar. Hetta er nú komið upp á pláss, og einki er at ivast í, at tað júst er einum vandamiklum álopsmanni, sum NSÍ hevur sóknast eftir í ár. Bæði Helgi og Sonni L. Petersen hava verið raskir, og verið viðvirkandi til at skapt nógvar møguleikar, men liðnum hevur restað leikaran, sum hevur kunna avgjørt tættar uppgerðir.
Tað vóna runavíkingarnir, at teir nú hava fingið, og lítið er at ivast í, at uppgerðin á Eiðinum verður av tí tættara slagnum, so megnar From at sýna máltevið longu í fyrsta dystinum, kann væl vera, at íløgan fer at geva eitt munagott avkast av sær.